Royna at gera tað lættari at ganga í skúla kring landið

Ein roynd at gerast at fáa Bygdaleiðir at passa betri við skúlatíðina á Glasi, og øðrum skúlum

Nú skal ein roynd gerast fyri at fáa ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum at passa betri við skúlatíðina hjá næmingunum á Glasi, og øðrum skúlum.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um tað er nakar møguleiki er fyri at samskipa ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum betri við skúlagngdina hjá næmingunum á Glasi, tí sum støðan er nú, er tað alt ov tvørligt.

Sum ferðaætlanin liggur nú, mugu næmingar úr Vágum verða burtur allan dagin, tí sambandið er so vánaligt. Tað hevur eisini verið frammi áður, at næmingar úr Vágum, sum ganga á Glasi, brúka fleiri tímar uma dagin at bíða eftur bussi.

Hetta er ein spurningur, Jørgen Niclasen sjálvur reisti í undanfarna valskeiði, og nú hann situr við ábyrgdini, sigur hann, at hann fer at royna at finna eina loysn, soleiðis at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum passar betur við skúlagongdina á Glasi.

Í vár høvdu Bygdaleiðir eina royndarskipan við Bussleiðina í Havn, har ein ruta av Farstøðini varð flutt fimm minuttir, soleiðis at tann bussurin fekk fatur á bussinum hjá Bygdaleiðum longur uppi í Havnini.

Og Jørgen Niclasen sigur, at hann fer at tryggja, at henda skipan heldur fram, soleiðis at samanhangur verður millum ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum og Glasir.

Hann leggur tó afturat, at skal hetta eydnast, er tað avgerandi, at bussurin hjá Tórshavnar kommunu heldur ferðaætlanina

Jørgen Niclasen vísir eisini á, at í vár varð koyringin hjá Bygdaleiðum boðin út, og Strandfaraskip Landsins eru í samráðingum við teir busseigarar, sum vunnu útboðið.

Undir samráðingunum er møguleiki fyri at laga ferðaætlanina til, so at tær passa betur við skúlar og arbeiðspláss.

– Hetta fer landsstýrismaðurin at biðja Strandfaraskip Landsins taka við í samráðingarnar, sigur Jørgen Niclasen.

Men eins breyð kann væl verða annans breyð, tí herfyri ávaraði stjórin á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna ímóti at broyta ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum, uttan at hugsa seg serstakliga væl um, tí annars kann tað gera enda á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, segði hann.

Les meiri um tað her:  Hetta kann forkoma skúlanum í Vestmanna