Hjá okkum snýr tað seg fyrst og fremst um at tryggja lív og heilsu hjá okkara búfólkum.
Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, nú Pedagogfelagið herðir verkfallið og fer at senda allar pedagogar hjá Almannaverkinum til hús leygarmorgunin klokkan átta. Tað fer at raka ymsar stovnar hjá Almannaverkinum hart, og Edvard Heen sigur, at í løtuni sita tey seta eina umsókn saman til Pedagogfelagið um at fáa undantaksloyvi til at hava nakrar pedagogar til arbeiðis, hóast verkfall er.
Almannaverkið er eisini í teirri støðu, at summir bústovnar eru heimið hjá fólki og tí ber heldur ikki til at lata heimini aftur, tí búfólkið hevur ongastaðni at fara.
Edvard Heen sigur, at í løtuni sita tey og útgreina, hvat er tað minsta talið á pedagogum sum krevst fyri at tryggja lív og heilsu hjá viðskiftafólkum hjá Almannaverkinum og at umsóknin um undantaksloyvini fer at umfata tað talið á pedagogum.
– Vit tosa ikki um at hava eitt pedagogiskt, stimbrandi tilboð ímeðan verkfallið er, men einans um at hava nóg mikið av fólki til arbeiðis til at tryggja, at lív og heilsa ikki er í vanda, sigur Edvard Heen.
Hann sigur, at umsóknin fer at vera latin Pedagogfelagnum seinni í dag.