Royna bretska loysn í suðuroynni

Skotskur venjari á veg til TB/FC Suðuroy/Royn

Sum skilst, so er feskasta boðið upp á ein nýggjan venjara hjá TB/FC Suðuroy/Royn 35 ára gamli skotin, Maurice Alexander Ross. Hann skal verða á veg til landið hyggja nærri at umstøðunum.

Les eisini: Atli ikki til TB/FC Suðuroy/Royn

Maurice Alexander Ross er í dag venjari hjá norska Egersunds IK, sum spælir í triðj bestu deildini. Hann hevur drúgvar royndir sum spælari, men er bara í sínum øðrum venjarastarvið.

Hann hevur fyrr spælt við eitt nú Rangers, Wolverhampton og 13 ferðir við skotska landsliðnum. Í 2009 og 2010 spældi hann við Aberdeen, meðan Hallur Hansson og Gilli Rólantsson Sørensen spældu har.

TB/FC Suðuroy/Royn hevur roynt fleiri venjarar, men tað er ikki blivið til nakað enn.