Filmslistakvinnan Katrin Ottarsdóttir roynir nú nýggjar leiðir at fíggja sín nýggja stuttfilm, ið ber heitið Ludo. Filmurin skal takast upp í Sandoynni í august og skal eftir ætlan verða liðugur síðst í hesum ári.
Filmurin hevur longu fingið eina ávísa fígging, men upphæddin røkkur ikki longur enn til tær grundleggjandi útreiðslurnar. Tískil roynir framleiðslufelagið hjá Katrini Ottarsdóttir seg nú við einum øðrvísi slagi av fígging.
Talan er um crowdfunding, ið snýr seg um, at ein og hvør - privatpersónur og/ella fyritøka - kann stuðla verkætlanini við eini størri ella minni peningaupphædd. Afturfyri fær gevarin navn sítt á eftirtekstirnar í filminum umframt eina ella fleiri gávur alt eftir støddini á stuðulsupphæddini.
- Crowdfunding er ein fíggingarháttur, sum um allan heim er vorðin alt meira vanligur seinastu árini til tess at fíggja verkætlanir av allahanda slag. Nógvar netsíður eru, ið virka sum vertir fyri crowfunding-átøkum. Hesar vertssíður fáa so ein ávísan prosentpart av pengunum ið koma inn.Til okkara átak hava vit valt síðuna Indiegogo.com, ið serliga er til listarligar verkætlanir sum filmsframleiðslur, sjónleik, tónleikaútgávur, bókaútgávurur og tílikt, sigur Hugin Eide frá Blue Bird Film.
Stuttfilmurin hevur eina Facebook-síðu, har til ber at lesa meira um verkætlanina. Síðan kann finnast við at leita eftir "Ludo - a short film by Katrin Ottarsdóttir".