Um eina viku fara tveir ungir føroyskir fótbóltsspælarar at vísa seg fram á venjingarlegu á einum av bestu fótbóltsskúlunum í Danmark, nevniliga hjá danska meistarafelagnum, FC Midtjylland. Tað er har Sonni Ragnar Nattestad kom í rúkandi menning, og tað sama er støðan hjá Jákup Thomsen í løtuni.
Talan er um teir báðar 17 ára gomlu Adrian R. Justinussen úr HB og Petur Knudsen úr NSÍ. Hesin fyrri er sonur Rúna Justinussen og er uppvaksin í Víkingi, meðan Petur er sonur tann eftir hondini heimskenda Jens Martin Knudsen.
Adrian og Petur, sum eru trímenningar, hava báðir fingið sítt gjøgnumbrot í Effodeildini í ár. Adrian hevur spælt 16 dystir fyri HB í ár, meðan Petur Knudsen hevur spælt seks dystir fyri NSÍ hetta kappingarárið.