Roynd fólk í ráðharrastovum kappast um forsætisráðið

Liz Truss, uttanríkisráðfrú og Rishi Sunak, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri stríðast um at bretska forsætismálaráðið

Konservativi flokkurin í Bretlandi skal hava nýggjan leiðara, eftir at Boris Johnson hevur gjørt av at leggja frá sær.

 

Rishi Sunak og Liz Truss kappast í beinleiðis sjónvarpssending um undirtøku millum veljarar í dystinum um leiðarsessin í Konservativa flokkinum, sum samstundis merkir forsætismálaráðið í Downing Street 10. - Foto: Pool/Reuters

Nýggi leiðarin verður eisini nýggjur forsætisráðharri ella -ráðfrú.

11 valevni høvdu boðað frá, at tey vildu gerast forsætisráðharri, men síðani eru tey fækkað niður í tvey.

Nú skulu limir floksins avgera málið, og 5. september verður greitt, hvør verður næsti leiðari og forsætisráðfrú ella ráðharri.

Er eru nakrar upplýsingar um tey bæði velevnini:

* Rishi Sunak (137 av 357 atkvøðum í atkvøðugreiðsluni mikudagin).

42 ára gamli Rishi Sunak gjørdist fíggjarmálaráðharri fyrst í 2020 og varð fagnaður fyri búskaparliga bjargingarpakkan í sambandi við koronufarsóttina.

Hann gavst sum ráðharri 5. juli sum mótmæli ímóti Johnson. Funnist hevur áður verið at Sunak, millum annað fyri at hann fekk eina bót fyri at bróta koronureglarnar. Síðani 2015 hevur hann sitið tjóðartinginum.

Hann lovar sum forsætisráðharri at taka sær av búskaparligu afturgongdini í landinum.

* Liz Truss (113 av 357 atkvøðum í atkvøðugreiðsluni mikudagin).

46 ára gamla Liz Truss hevur verið uttanríkisráðfrú í Bretlandi síðani 2010 og hevur havt fleiri tungar sessir í bretsku stjórnini bæði undir David Cameron, Theresu May og seinast Boris Johnson.

Hon lovar sum forsætisráðfrú at lækka skattin longu fyrsta dagin í sessinum.

Keldur: Reuters.

/ritzau/

 

Rishi Sunak og Liz Truss kappast í beinleiðis sjónvarpssending um undirtøku millum veljarar í dystinum um leiðarsessin í Konservativa flokkinum, sum samstundis merkir forsætismálaráðið í Downing Street 10. - Foto: Pool/Reuters