Roynd og landsdyst sama dag

Hon var til roynd í Danmark um morgunin, men spældi landsdyst á Tórsvølli um kvøldið.

- Alt ber til, um man veruliga vil tað.


Soleiðis sigur føroyski landsliðsleikarin, Olga Kristina Hansen, sum hósdagin í síðstu viku var til roynd á Københavns Universiteti, og sama kvøld spældi landsdyst ímóti Luksemburg í HM-undankappingini á Tórsvølli.


Olga Kristina, sum lesur til lækna, fór beint á flogvøllin eftir royndina. Alt gekk sum tað skuldi, og hon náddi at møta upp á Tórsvølli, har hon byrjaði inni og var við til at vinna 5-1-stórsigur ímóti Luksemburg.


- Eg merkti faktiskt einki í dystinum til møði orsaka av ferðingini. Eg hevði fyrireikað meg rættiliga væl uppá dagin og svav tað mesta av flogtúrinum. Eg fekk eisini ein lúr beint sum eg kom á hotellið, so eg var væl fyri til dystin, sigur Olga Kristina.


- Eg haldi næstan at hinar høvdu havt ein strævnari dag enn eg við tað, at tær allan dagin bara høvdu gingið og bíðað eftir dystinum, ímeðan eg allan dagin hevði okkurt at takast við, sigur hon víðari.


Lesið alla søguna um hendan rokmikla dagin hjá Olgu Kristinu í Sosialinum í dag, har hon eisini eitt nú greiðir frá hvussu tað hongur saman at lesa til lækna og at spæla fótbólt samstundis.