Royndastu menninir vera ikki millum teir fyrstu

Tveir av teimum vera á beinkinum í annaðkvøld, og tann triði verður ikki á listanum

Klokkan 19.45 í annaðkvøld fer Javier Alberola Rojas úr Spania at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli, har Føroyar hava vitjan av Montenegro.

 

Tað er størri kapping um plássini, enn tað leingi hevur verið, og tað sær út til, at teir tríggir í hópinum, sum hava spælt flestar landsdystir, ikki vera millum teir fyrstu ellivu. Teir eru Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið 96 ferð á landsliðnum, Viljormur Davidsen, sum hevur verið 89 ferð á landsliðnum, og Hallur Hansson, sum hevur verið 76 ferð á landsliðnum

 

Tað er greitt, at liðformaðurin Hallur Hansson ikki verður á listanum í morgin. Tað kemst av, at knæskaðin argar so mikið, at tað ikki verður hildið at vera ráðiligt at lata liðformannin spæla í morgin. Kanska verður hann tøkur sunnukvøldið, tá ið Kekkia verður mótstøðuliðið, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

 

Síðsti landsdysturin var 8. september, tá ið Føroyar vunnu 1-0 í Gibraltar. Ta ferðina var Martin Agnarsson vongverji í vinstru, og tað var hann, sum í 68. minutti skoraði málið. Martin Agnarsson sær út til at hava vunnið kappingina við veteranin Viljorm Davidsen um verjuplássið í vinstru. Í Gibraltar varð Jóan Símun Edmundsson skiftur inn í 59. minutti. Tá setti hann met í tali av landsdystum. Jóan Símun var tá fyri 96. ferð á landsliðnum. Eisini í morgin verður Jóan Símun millum teir á beinkinum.

 

Í fyrireikingunum undan dystinum ímóti Montenegro í annaðkvøld klokkan 19.45 hevur tað sæð út til, at føroyska liðið verður soleiðis mannað, tá ið spanski  Javier Alberola Rojas fer at bríksla fyri fyrstu ferð.

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen