Rólant Waag Dam
-----
Christian Høgni Jacobsen er í dag 32 ára gamal. Skírisdag tørna gomlu liðfelagarnir í NSÍ til við Stórá í Trongisvági, har TB tekur ímóti. Christian Høgni fær tó ikki fylgt við, sum hann gjarna vildi, tí samstundis sum NSÍ fer í eldin fyri triðju fer í ár, skal hann stjórna besta mansliðnum hjá ÍF Føroyum í ársins fyrsta landskappingardyst í Keypmannahavnarseriuni í Danmark.
- Hetta er ein spennandi avbjóðing. At skipa venjingar og gera taktisk upplegg fyri vaksnar menn, er ikki sum at standa á odda fyri nøkrum smádreingjum. Hesir hava meiningar um alt, og hóast teir fara á vøllin og stríðast fyri felagið og meg, so er tað eg, sum standi við evstu ábyrgdini. Eg havi fulla ábyrgd nú, og tað er gevandi. ÍF Føroyar er eisini spennandi á tann hátt, at hetta er sum eitt landslið. Her koma leikarar úr øllum landinum, sum skulu spælast saman. Og talan er um lutfalsliga stór nøvn og góðar leikarar. Fleiri hava spælt á A-landsliðnum ella verið í hitanum kring tað, nógvir hava spælt á onkrum ungdómslandsliði, og teir allar flestu hava drúgvar royndir úr bestu føroysku deildini. Hópurin er breiður, so var eg venjari í Føroyum og hevði henda hópin, so hevði eg fari eftir einum plássi millum fýra tey fresmtu liðini. Hetta sjálvandi treytað av, at vit vandu undir somu umstøðum og líka nógv, sum hini liðini í deildini, greiðir Christian Høgni frá um nýggju uppgávuna og hansara nýggja leiklut á vøllinum.
B68 var ein brølari
Christian Høgni býr saman við unnustuni í Keypmannahavn, hagar hann flutti í fjørheyst. Hann hevur áður spælt við bæði Esbjerg, Vejle og AB í Danmark, so tað frættist skjótt millum donsku feløgini, at royndi føroyski áleyparin var aftur í Danmark. Christian Høgni hevði eisini fleiri tilboð á hondini, men valdi ivaleyst minst lukrativu loysnina, og tók av tilboðnum, um at gerast leikandi venjari hjá ÍF Føroyum.
- Eg var troyttur av fótbólti á hægsta stigi. Tað var ein brølari, at eg tók av at fara út á Toftir í fjør. Hugurin til fótbólt hvarv fullkomiliga har. So um eg ikki hevði verið venjari hjá ÍF Føroyum, so hevði eg nokk spælt við felagnum kortini, tí eg misti hugin til at spæla fótbólt í B68. Alt gekk illa. Eingin stríddist fyri hvørjum øðrum, og tað var trupult at koma inn at leikarunum og finna henda felagsviljan, sum eg havi sæð alla aðrastaðni, eg havi spælt. Hetta hevur einki við felagið ella toftafólk at gera tó. Og tað býr heldur ikki nakað ringt millum Paula Poulsen og meg, tvørtur ímóti. Men eg hevði ikki hug at forplikta meg til at venja fýra-fimm ferðir um vikuna, tá árið í fjør var av. At vera leikandi venjari passar mær væl, og hetta er eitt slag av nýggjari byrjan, heldur Christian Høgni.
Droymir um gulu troyggjuna
Um hálvanannan mánað verður Christian Høgni 33 ár. Gongst sum ætlað, verður hann í Danmark næstu fýra árini.
- Ja, eitt ella annað stað havi eg takkað fyri meg, og eri givin á hægsta stigi. Eg skal tó ikki útihýsa, at eg ikki verið at síggja í føroyskum fótbólti onkra summarferiu, tí eg vóni at sleppa aftur í gulu troyggjuna og enda ordiligt. Um tað verður í summar ella um fýra ár, tað veit eg ikki, men at spæla ein dyst fyri NSÍ fyri síðstu ferð, kanska bara ein hálvleik ella tíggju minuttir, tað vóni eg ber til, ti tað er har, eg havi følt meg best, og tað er har, eg havi blomstrað, sigur Christian Høgni, sum er NSÍ'ari um ein háls, hóast hann hevur umboðað fimm onnur feløg á hægsta stigi á síni yrkisleið.
Hagtølini lata heldur ongan iva vera um, hvar Christian Høgni trívist best. Hann hevur skotið 119 landskappingarmál í 235 dystum. 105 av hesum hevur hann skotið fyri NSÍ, hóast hann hevur umboðað bæði HB og B68, har tað í báðum feløgunum tilsamans einans bleiv til 14 landskappingarmál tilsamans.
- Tað einasta staðið, har eg hevði eitt sindur av undanvindi annars, var í Vejle, tá eg skeyt átta mál og var toppskjútti har, áðrenn eg sleyt mær krossbandið. Í HB var tað stong út ella beint framvið, heldur enn stong inn. Møguliga havi eg havt størri ábyrgd í NSÍ. Í øllum førum kenni eg meg væl har, karmarnir eru kendir, har er ein tryggleiki og leikararnir kenna meg. Har gleði eg meg altíð at venja og spæla dyst. Eg elski at vera við Løkin, sigur Christian Høgni, hvørs fyrimynd eisini hevur slitið sínar barnaskógvar sama stað sum hann.
- Jens Martin Knudsen hevur altíð verið mín stóra fyrimynd. Hann er fantastiskur fyri eitt lið. Ótrúligur! Hansara vilja og áræði kunnu øll brúka. Hann meinar tað, sum hann ger við lív og sál.
Margháttligar hendingar
Tað er eisini saman við Jens Martini Knudsen og restini av liðfeløgunum í 2007, at Christian Høgni hevur eitt av teimum bestu minnunum á fótbóltsvøllinum.
- Eg gjørdi síðsta málið í 3-1 sigrinum á VB, tá vit tryggjaðu okkum føroyameistaraheitið á næstseinasta leikdegi. Tað var fantastiskt og eg minnist, hvussu øll Runavíkin kókaði í fleiri dagar, greiðir Christian Høgni frá, sum fýra ár eftir gullkrónurnar í 2007 fekk eina uppaftur størri uppliving við barndómsfelagnum.
- At leiða barndómsfelagið á vøllin sum liðformaður í móti einum Premer League-liði var heilt fantastiskt. At vit so megnaðu at spæla 0-0 á heimavølli var eisini ótrúligt, greiðir Christian Høgni frá, meðan hann minnist aftur á mongu upplivingarnar, sum fótbólturin hevur givið honum.
- Mín fyrsti altjóða HM-undarkappingardystur var eisini nakað serligt, tá kom inn fyri Toda Jónsson, skoraði eitt mál og legði upp til málið hjá Kurt Mørkøre, og vit vunnu 2-0 á Luksemburg, fortelur Christian Høgni, sum eisini minnist aðrar minni hugaligar hendingar.
- Eg var við, tá NSÍ flutti upp fyri seinastu ferð. Eg var blaðungur og kom ikki á vøllin, men eg var við í hópinum hjá barndómsfelagnum henda avgerandi dystin. Síðani var eg við, tá NSÍ legði tilveruna sum elevatorlið aftur um seg, og etableraði seg í ovaru helvt av føroysku landskappingini. Men í mínum síðsta kappingarári í Føroyum, tá skifti eg frá NSÍ til grannarnar B68 , sum hevði ein sterkan hóp, og so flyti eg niður við teimum. Tað er eitt sindur margháttligt og eg skilji væl, at summi hava hug at flenna at hesum, sigur Christian Høgni.
Pápin var altíð við
Sigrar og tap hóra fótbóltinum til. Tað er ein partur av spælinum. Men tað er ein hending uttanfyri vøllin í 2009, sum fall saman við, at Christian Høgni ikki fekk landsliðsboð, ið Christian Høgni minnist best, og sum kom at hava avgerandi ávirkan á seinastu árini av yrkisleið hansara..
- Fyri fyrstu ferð síðani eg varð boðsendur av Allani Simonsen, varð eg ikki úttikin. Eg hevði fingið eina grundgeving frá Brian Kerr, men var ikki samdur. Aftaná eg hevði fingið hesi boðini, so spæla vit í Streymnesi í móti EB/Streymi. Kerr er til staðar og eg geri tvey mál. Landsliðið var tó úttikið, so eg skuldi ikki við avstað nakrar dagar seinni. Men so hendir tað, at pápi mín doyr brádliga í eini arbeiðsvanlukku á Eiði. Pápi mín hevur altíð fylgt mær, hvønn einasta dyst, eisini á landsliðnum. Men tá eg fyri fyrstu ferð ikki verði úttikin, síðani eg varð boðsendur av fyrstan tíð, so fellur tað saman við, at pápi mín doyr, fortelur Christian Høgni.
Eitt undarligt samanfall, sum er trupult at greiða frá. Christian Høgni dylir ikki yvir, at hetta er nakað, sum hevur sett síni spor. Pápin, sum var svorin NSÍ'ari, hugdi eftir hvørjum einasta dysti hjá soninum. Sjálvt tá Christian Høgni spældi við HB og pápin sat í nevndini hjá NSÍ, so hugdi hann hvønn einasta dyst eftir soninum.
- Vit kundu skifta orð í fleiri tímar um fótbólt. Eftir hvønn dyst, hvønn dag. Eg tori næstan ikki at hugsa um, hvussu nógvir tímar, sum bara eru farnir við fótbóltspráti. Hann var mín størsti stuðul, og fótbólturin hevur ikki verið heilt tann sami síðani, sigur Christian Høgni.
Slík tómrúm er trupul at fylla, men hóast hetta hevur Christian Høgni sanniliga prógvað sítt virði sum leikari síðani tá. Við 22 málum gjørdist hann toppskjútti saman við Arnbjørn Hansen úr EB/Streymi í 2010. Sum liðformaður leiddi hann NSÍ til størsta altjóða úrslitið nakrantíð, tá vespurnar spældu málleysan javnleik móti Fulham í 2011, og nú hevur málslúkurin tikið á seg nýggja avbjóðing og er vorðin leikandi venjari hjá føroyskum útisetum í Danmark, sum hann áður hevur dystast saman við ella í móti.
-----
FAKTA:
Christian Høgni Jacobsen
Føddur: 12. mai 1980
Foreldur: Høgni Jacobsen, sáli, og Sólfríð Jacobsen
Trúlovaður Anniku Due Eyðusndóttir
Yrkisleið:
Landsdystir: 50
Feløg: NSÍ, HB, B68, Esbjerg, Vejle, AB og ÍF Føroyar.