Tað er ikki rætt at siga, at tað er eitt óroynt føroyskt landslið, sum fer á vøllin í Sarajevo í kvøld. Av teimum seytjan spælarunum, sum eru í ferðalagnum, eru tað tríggir, sum ongantíð hava verið á landsliðnum áður ? Sunvard Joensen, Jákup á Borg og Hans Fróði Hansen ? og tað eru nógvir, sum hava spælt nógvar landsdystir.
Flestu royndirnar hevur Allan Mørkøre, sum hevur spælt 37 landsdystir, og eisini Óli Johannesen (32), Magni Jarnskor (26), Jens Kristian Hansen (22), Henning Jarnskor (21), Julian Johnsson (19), Uni Arge (16) og John Petersen (15) vita, hvat tað snýr seg um.
171 royndir eru burtur
Men tað skerst kortini ikki burtur, at sammett við so nógvar aðrar ferðirnar, so er samantalda talið á landsdystum hjá teimum, sum í kvøld skulu umboða Føroyar, væl lægri, enn tað hevur verið hesi síðstu árini.
Fimm spælarar, sum hava drúgvar royndir og sum spældu við í Estlandi, eru ikki við í Sarajevo. Teir eru Jens Martin Knudsen, sum er leikbannaður, Todi Jónsson, sum er skaddur, Jan Dam, sum er givin ? fyribils í hvussu so er ? og Øssur Hansen og Jan Allan Müller, sum hava givið avboð av øðrum orsøkum. Tilsaman hava hesir spælt 171 landsdystir, og tá vit hava í huga, at landsliðsvenjarin so ofta hevur tikið til, at í altjóða fótbólti hava royndirnar nógv at siga, so átti tað at merkst, at hesir eru burtur, og tað fer tað kanska eisini at gera.
Men tíbetur eru tað so við og við fleiri spælarar, ið hava nógvar royndir og aðrir, sum hava víst seg at vera álitisfullar, uttan at teir hava tær nógvu landsliðsroyndirnar. Umframt teir omanfyri nevndu, sum eru við í Bosnia-Hersegovina, so fóru vit í fjør at rokna Pól Thorsteinsson og Sámal Joensen millum stuðulsspælararnar á landsliðnum, og dyggu royndirnar hjá Jákupi Mikkelsen í superliguni eiga at hava við sær, at tað ikki fer at kennast sum at liðið er viknað av, at tað er hann og ikki Jens Martin Knudsen, ið hevur ótakksomu uppgávuna og stóru avbjóðingina at verja føroyska málið móti stóra áganginum, okkara menn ivaleyst vera úti fyri í kvøld.
Nýggir hjálparmenn
Petur Elias Petersen hevur verið fastur fúsur at taka sær av klæðunum og øðrum praktiskum viðurskiftum øll árini, meðan Allan Simonsen hevur verið venjari. Hesa ferð barst honum frá at fara við. Í hansara stað er Skylv Hartvigsson, ið annars er liðleiðari hjá 1. deildarliðnum hjá HB, ið tekur sær av klædnakassunum, sum í síðstu viku vórðu pakkaðir í kjallaranum hjá Jákupi Simonsen.
Tey seinnu árini hava annaðhvørt Jákup Midjord ella Jens Pauli Marstein verið lækni, tá landsliðið hevur verið saman. Hesa ferð bar tað hvørgum teirra til at fara avstað, og læknin í ferðalagnum hesa ferð er Torbjørn Viderø. Hann hevur ikki spælt á landsliðnum, men hann veit, hvat fótbóltur snýr seg um. Áðrenn hann miðskeiðis í sjeytiárunum fór niður at lesa var hann fastur fúsur á 2. deildarliðnum hjá Royn.