Royndu trygdina á Glasi

Fyri løtu síðani var stór trygdarvenjing sett í gongd á Glasi

– Endamálið við venjingini, sum er fyriskipað saman við Tórshavnar Sløkkiliði, Løgregluni og Ansni Tilbúgving, er at royna tilbúgvingarætlan og trygdarskipanir á Glasi í verki.

Fleiri tættir vóru við venjingini. Ein av hesum var at eftirkanna, hvussu langa tíð tað tekur at fáa øll fólk úr bygninginum og at savnast á avráddum stað.

– Nú venjingin er liðug, verður hon eftirmett saman við løgregluni, Tórshavnar Sløkkiliði og Ansni Tilbúgving. Úrslitið av eftirmetingini verður síðani viðgjørt í Trygdarbólkinum á Glasi, sum síðani tekur støðu til, hvørjar broytingar og ábøtur skulu gerast í Trygdarskipanini, sigur Glasir í fráboðan.