Royndur miðvallari fer til EB/Streym

EB/Streymur kunnger í kvøld, at felagið hevur skrivað ein eitt ára sáttmála við 24 ára gamla miðvallarspælaran Ara Ó. Ellingsgaard, sum seinasta kappingarár spældi við ÍF.

- Nú ÍF flutti niður, hevur Ari valt at royna nýggjar leiðir, og vit kunnu fegnast um, at valið fall á EB/Streym, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Ari Ó. Ellingsgaard spældi fyrsta dystin í Effo-deildini 14. juni 2009, tá ÍF spældi 0-0 móti B36 í Havn. Hann hevur spælt 169 dystir í Effo-deildini, 18 fyri NSÍ í 2011 og 2012, restina fyri ÍF. Hann hevur eisini spælt 14 dystir í steypakappingini og seks í Europa League.

Hann hevur umboðað U17-, U19- og U21-landsliðið hjá Føroyum, men enn hevur hann ongan A-landsliðsdyst spælt.