Royndur skotskur dómari dømir Moldova-Føroyar

32 ára gamli, Nicolas Walsh dømir EM-undankappingardystin hjá føroyska landsliðnum í Chisinau

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar fyrsta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini. 

 

Tá spæla vit á útivølli á Zimbru leikvøllinum í Chisinau móti Moldova í undanbólki E.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptaktin byrjar ein tíma undan dystinum. 

 

Tað verður 32 ára gamli skotski dómarin, Nicolas Walsh sum kemur at døma dystin.

 

Nicolas Walsh hevur dømt dystir í bestu deildini síðani 2015, og hann hevur dømt altjóða dystir síðani 2017. Tað er sostatt ein rættiliga royndur dómari vit fáa til dystin. 

 

Farna kappingarár dømdi Nicolas Walsh seks altjóða dystir, umframt nógvir dystir heima í Skotlandi.

 

MOLDOVA - FØROYAR | Bólkur E 

Dómari: Nicholas Walsh (SCO)

Hjálpardómari 1: Graeme Stewart (SCO)

Hjálpardómari 2: Calum Spence (SCO) 

Fjórði dómari: Alan Muir (SCO)

 

VAR dómari: David Coote (ENG)

 

VAR hjálpardómari: Peter Bankes (ENG) 

UEFA Dómaraeygleiðari: Hannes Kaasik (EST)

UEFA Eygleiðari: Mohamed Taa (FRA)