Ársins bestu verða kosin

Sunnudagin klokkan 18 verður móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har bestu fótbóltsspælararnir í landinum verða heiðraðir.
Talan er um handanina, sum eftir ætlan skuldi verða á Gallaveitsluni í Leirvík, men tá hendan varð avlýst, varð handanin útsett.
Atkvøður eru tó savnaðir inn, og sunnudagin fæst so at vita, hvørji hava fingið flestu atkvøðurnar. Tað eru liðformenn, venjarar og fjølmiðlar, sum greiða atkvøðu, og skulu hesi geva sítt boð uppá, hvør hevur verið besti spælarin, málverjin, venjarin og stjørnuskot. Hartil atkvøðu menninir eisini um, hvør hevur verið besti dómarin hetta kappingarárið.
Eisini fer Thomas Dam Ítróttur at lata gylta skógvin til bestu málskjúttarnir hetta kappingarárið, og sama fyritøka letur eitt sett av bóltum til felagið, sum hevur fingið flestu bóltarnar frá ítróttarskrivarunum her á blaðnum gjøgnum árið.