Ársins fyrsti bátafestivalur útsettur í eina viku

Nevndin aftanfyri Bátafelagið í Nes kommunu hevur í dag endaliga gjørt av, at bátafestivalurin, sum skuldi verða leygardagin komandi, í staðin verður leygardagin 9. mai Vánalig veðurútlit til leygardagin komandi eru orsøkin til avgerðina hjá nevndini, sum endaliga varð tikin um 18-tíðina í kvøld.

Høgni W. Høgnesen sigur, at tað er umráðandi fyri ein slíkan bátafestival, at veðrið roynist nøkulunda, men veðurvánirnar til leygardagin eru ringar.

- Vit hava tí longu nú gjørt av at útseta tiltakið í eina viku - ella til leygardagin 9. mai.

Hann vísir á, at skrá og tíðir, sum lagdar eru fyri bátafestivalin, verða júst tær somu sum í løgdu skránni.

- Einasta broyting er, at tað helst ikki verður Dansiorkestrið, sum kemur at spæla til dansin leygarkvøldið og sunnunáttina, men Hallur Joensen. Hetta fara vit at kunna um so skjótt, tað er endaliga greitt.

Høgni W. Høgnesen sigur seg vóna, at nógvir bátar og hópur av fólki koma til bygdar, tá ársins fyrsti bátafestivalur verður hildin leygardagin 9. mai - vónandi í bestu líkindum.