Seinastu fýra árini hava ársins hondbóltsdómarar verið Arnar Dam og Gert Hansen, men so verður ikki komandi kappingarár.
Jn.fo skrivar nevnliga í dag, at Arnar Dam vegna fjakking, ikki letur seg í dómarabúnan aftur fyribils.
Eisini leggur Arnar Dam fótbóltin frá sær í hesum tíðarskeiði.
Jn.fo rør fram undir at Gert Hansen heldur fram sum dómari, møguliga saman við Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen. Hesum váttar Thomas Juul fyri in.fo