Ársins loppumarknaður í gongugøtuni

Sunnudagin skipar Margarinfabrikkin fyri ársins loppumarknaði, har ein og hvør kann leiga sær eitt borð at selja við í gongugøtuni í Havn

Sunnudagin verður lív í miðbýnum. Tá kann ein og hvør, ungur sum gamal, sleppa av við lutir, klæðir, leikur, heimagjørt súltutoy ella okkurt heilt annað.

Børn og ung í Margarinfabrikkini seta borð upp omaneftir allari gøtuni, og tey sum vilja selja, skulu bara siga frá frammanundan, hvussu nógv borð tey vilja hava. Hvørt borði kostar 200 kr. og allir pengarnir fara í “Grunnin til frama fyri nýtt pool-borð í Margarinfabrikkini”.

Tað eru starvsfólkini í Margarinfabrikkini, sum hava tikið stig til stóra loppumarknaðin, tí, sum tey siga: Børnini, sum byrja aftaná summarfrítíðina hava brúk fyri at gera okkurt saman. Og hetta er ein góður máti at blíva inndrigin í arbeiðið og at samansjóðað tey.


Margarinsøla og -undirhald

Gongugøtan, sum verður stongd fyri ferðslu í sambandi við tiltakið sunnudagin, verður helst karmur um eitt lívligt tiltak við nógvum stuttligum upplivingum. Tað verður ikki pláss fyri pylsum, sunnkist, hoppiborgum og øðrum ólavsøkusligum, men børn og ung í Margarinfabrikkini baka og selja vaflur, kaffi og te. Eisini fara børnini, sum ganga í Margarinfabrikkini at framføra tónleik og møguliga okkurt annað eisini.

- Vit gera hetta fyri at skapa lív og hugna í býnum, og fyri at samla pengar inni til eitt nýtt pool-borð til okkara brúkarar, sigur Annika A. Gregoriussen, varaleiðari í Margarinfabrikkini við Sosialin. Hon greiðir frá, at tað gamla pool-borðið er so illa farið, og av tí, at tað er so sera vælumtókt hjá teimum ungu, ynskja tey sær eitt nýtt nú.


Veðrið ongin forðing

Illveður fær ikki ræði á stóra loppumarknaðinum, tí Margarinfabrikkin setir telt upp, sum borðini standa undir, um tørvur verður á tí.

Tiltakið verður 24. august millum klokkan 12 og 18. Tey sum skulu selja møta tó klokkan 11 fyri at gera klárt. Tekning fer fram við at senda ein teldupost til [email protected] og fortelja, hvussu nógv borð man vil hava. Hvørt borðið kostar sum sagt 200 krónur og er umleið 2 x 1 metur til støddar. Fyrireikararnir minna á, at fólk sjálvi hava ábyrgdina av lutunum og søluni. Eisini skulu tey hava posar og vekslipengar við.