Ársins songrødd spælir á Hvonn

Birita Poulsen, sum herfyri gjørdist Ársins songrødd, fer hóskvøldið at spæla á Hvonn, haðani Rás2 sendir beinleiðis sending Birita Poulsen er úr Vestmanna, og hon var - sum skilst - ein tryggur vinnari av sangkappingini Ársins songrødd í ár.

 

Unga genta við góðu røddini fer hóskvøldið at spæla nakrar sangir á Hvonn í Havn. Tað fer hon at gera í sambandi við, at Rás2 sendir Hvonn Live millum kl. 19.00 og 22.00

 

Eisini verður live-framførsla við Hanusi G. Johansen og Jógvani Andriasi Joensen í sendingini.