Um eina viku, fríggjakvøldið 27. oktober verða ársins spælarar í fótbólti heiðraðir.
Hetta fer fram í Reinsarínum og í Perluni í Tórsgøtu í Havn. Tað eru Rás2 og Miðlahúsið, sum saman við Fótbóltssamband Føroya skipa fyri ársins spælara tiltakinum í Perluni og Reinsarínum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Trónd Arge, fyrireikara greiða frá. Nú verðu veruliga nógv gjørt burturúr, og m.a. skulu tey sum møta upp til tiltakið ganga á einum reyðum løbara, tá tey møta til tiltakið, og mynd verður tikin av øllum, sum tað sømir seg einum rættum gallatiltaki.
Rás2 sendir beinleiðis frá Ársins Spælara tiltakinum.