Ársins spælari: Føroyskur hondbóltur er spennandi

Rasmus Søby er valdur til ársins hondbóltsspælara í sínum fyrsta kappingarári

34 ára gamli Rasmus Søby er í sínum fyrsta kappingarári valdur til ársins hondbóltsspælara í Føroyum. Høgri bakkurin hevur royndir frá fremstu donsku deildini, og spældi í Fredericia á sumri í fjør. Tá hevði hann ein venjara, sum hevur sambond til Føroyar. Rasmus Søby frætti at Neistin sóknaðist eftir einum royndum høgra bakki at spæla á unga liðnum, og hann tók av av møguleikanum.

 

- Teir høvdu tørv á einum spælara, ið kundi taka leikferðina eitt sindur úr unga liðnum, ið hevði hug at spæla í so skjótt, sigur Rasmus Søby.

 

Rasmus Søby, saman við øðrum royndum spælarum, ið komu á liðið, fingu lift unga Neistaliðið upp aftur í oddin av føroyskum manshondbólti. Hetta rakk til annað plássið í landskappingini, og hóast hann iðrar seg um at tað ikki rakk til gullheiðursmerki, so er vinstrahenti bakkurin nøgdur við kappingarárið – bæði við liðavrikið og perónliga.

 

Er fallin væl til í Føroyum

Rasmus Søby var greiður um, at hann ætlaði at gerast ein týðandi spælari í føroysku kappingini, og hetta eydnaðist so mikið væl, at hann varð valdur til ársins spælara. Hetta fegnast síðskjeggjaði danin um, og hann sigur seg hava notið fyrsta árið í Føroyum – bæði á hondbóltsvøllinum og uttanfyri. Hann er sera glaður fyri viðurkenningina, serliga tá hon kemur frá mótstøðuspælarunum.

 

Ársins spælari hevur eisini tikið av møguleikanum at spæla í Neistanum aftur næsta ár, og hann afturvísir ikki at hann verður enn longur í Føroyum. Hann hevur góðar vónir til næsta kappingarár, men vil ikki gera metingar fyrr enn hóparnir hjá ymsu liðnum eru staðfestir.

 

Føroyskur hondbóltur er á rættari leið

Yvirhøvur heldur royndi danin at hondbóltsgóðskan er góð í Føroyum.

 

- Har er avgjørt nakað at byggja á í føroyskum hondbólti. Tað tykist at flyta seg rætta vegin, sigur ársins hondbóltsspælari.

 

Hann vil eisini viðmæla øðrum at royna seg í Føroyum, og Rasmus Søby hevur tosað við yngri spælarar niðri, um at royna seg. Bæði fyri hondbóltsspælið og upplivingina. Hesir kunnu kanska avloysa teir føroysku spælarar, ið hann heldur áttu at roynt seg niðri.


- Her renna nakrir sera spennandi spælarar her uppi, og fyri teirra skyld vóni eg, at teir fara at royna seg niðri. Har eru avgjørt nakrir, ið eg haldi kunnu mennast til sera spennandi spælarar, um teir fáa størri venjingarmongd og harðari kapping, staðfestir Rasmus Søby.