Ársins virki skal kjósast

Fyri sættu fer verður ársins virki valt á vinnudegnum. Júst kjósanin av ársins virki er kjarnin í tiltakinum, og restin av vinnudegnum er so at siga karmarnir rundan um at eitt virki fær henda heiður.
Tá farið var undir tiltakið í 1999, var endamálið við hesari kapping at menna vinnuligan hugburð og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgarinum.
Tey fimm undanfarnu árini eru fimm vinnarar funnir. Tann fyrsti var Havsbrún, og síðani komu Tórshavnar Skipasmiðja, Vónin, Vaðhorn og Reyni-Service.
Hvat eyðkennir so hesi virkir? Staðfestast kann at talan er um sterk og vælrikin feløg, ið hava víst fíggjarliga góð úrslit. Júst hetta er eitt av metingarstøðinum, sum dómsnevndin skal halda seg til, tí í reglunum stendur at "virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini."

Men samstundis er dentur lagdur á, at virkini skulu hava víst framfýsni innan ávíst økið. Í reglugerðini verður staðfest at "virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vørumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava viðført menning og vøkstur".
Í grundgeving síni fyri at valið fall á júst hetta virki, hevur dómsnevndin hvørt ár greitt frá hví mett verður at hetta virki skærar framúr.

Eitt nú vóru týðandi orsøkir at velja Vaðhorn Seafodd og Reyni-Service tey bæði seinnu árini ikki bara fíggjarligu úrslitini. Her varð denturin millum annað lagdur á ynski og førleikan hjá virkjunum at laga seg eftir kundanum.