Tað skulu heilt aðrir bollar á súpanina, enn vit megnaðu fríggjakvøldið. Vit skamma okkum um 1-6 tapið móti Týsklandi og vilja vaska tann blettin av okkum móti Føroyum, sigur Robbie Keane, sum ikki var við móti Týskalandi orsakað av skaða í hælsinuni.
Sambært BBC verður talan um tríggjar broytingar í mun til uppstillingina móti Týsklandi. Robbie Kean kemur inn á liðið, og eisini ungdómsleikarin hjá Manchester United, Robbie Brady, umframt Marc Wilson frá Stoke verða við frá byrjan.
Tað merkir, at Simon Cox, Keith Fahey og Stephen Ward byrja á beinkinum.
Vit hava havt góð hagtøl fram til nú, men tá vit tapa soleiðis framman fyri egnum áskoðarum, so skammast vit sum tjóð og vit skammast sum spælarar, sigur Robbie Kean við BBC Sports.
Liðskiparin sigur, at hann hevur fingið pínulinnandi innspræning og væntar at kunna spæla dystin móti Føroyum.
Írska liðið sær soleiðis út: Westwood Coleman, OShea, ODea, Wilson Brady, Andrews, McCarthy, McGeady Keane, Walters