Írskur íblástur

Millum áskoðararnar í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið, tá írar vóru á pallinum, var eisini føroyski leikstjórin Eyðun Johannessen. Hvat fekk hann burtur úr leikinum og annars stevnuni sum so!

Listastevnan


-Tú kendi mentalitetin og stemningarnar, ja ta spontanu og einføldu gleðina aftur gjøgnum náttúruupplivili og sang í hesum írska leikinum. Tað, sum gav nakað eyka, var at kunna síggja, hvussu írar íðka amatørsjónleik, nakað, sum kanska kundi givið okkum inspiratión. Sjónleikurin í syðra partinum av Írlandi hevur jú ment seg til at vera eitt slag av sosialum arbeiði fyri ung og eisini innan fyri aðrar listagreinir so sum tónleik, dans og rørlur í heila tikið og so eisini drama. Har amatørleikurin hjá okkum meira fokuserar bara uppá sjónleikin sum so. So eg skilji, at hetta er ein máti at arbeiða við ungdóminum eisini sosialt.

Eyðun Johannessen heldur, at hetta er nakað, sum vit eisini áttu at umhugsað. Tí er slík listastevna umframt upplivingarnar eisini ein íblástur fyri mong av okkum.

Írski leikurin er so eisini eitt dømi um, hvussu man roynir at sameina professionalismu og amatørarbeiði. Tað hava so verið sera professionell fólk sum vegleiðandi konsolentar ella instruktørar, koreografar og útbúnir tónleikar sum íblástur til slíkan leik.

Eyðun Johannessen heldur tað eisini vera eitt fínt tema at kunna vísa á slíka sameining á eini listastevnu. Hann vísir annars á, at møguliga hevur presentatiónin av hesum írska tiltakinum verið eitt sindur misvísandi, tí nógv hava hildið, at hetta var tað írska tjóðleikhúsið, tí tey hava eitt heiti, sum líkist tí. Men tað er villeiðandi. Hetta eru amatørar í orðsins bestu merking.

Føroyski leikhússtjórin heldur tað annars vera frálíkt at byrja listastevnuna við nøkrum so toppprofessionellum sum franska sirkussinum hjá Chaplin og so enda við hesum írska leikinum.

Hann heldur tað vera frálíkt, at vit á slíkari listastevnu fáa møguleikan at uppliva ta vektleysu støðuna, sum listin kann bjóða okkum ? og at tað ber til.

-Tosað verður um at fáa fleiri kend nøvn til listastevnuna. Pavarotti hevur verið nevndur og onnur við. Hevur tú nakað serligt ynski:

-Tey stóru nøvnini hava ein appell, men tey kosta so tað forslær. Soleiðis sum listastevnan mennist og kann hon blíva ein traditión, so fara kanska eisini tey stóru nøvnini at koma av sær sjálvum.