Allir eru teir komnir her í teimum ørindum at stuðla landsliði teirra, tá tað fer at spæla á Tórsvølli í kvøld.
Men aðrir írar eru eisini staddir í Føroyum í hesum døgum, og sum ikki bert hugsa um tann runda bóltin.
Tvey teirra eru Máire Breatnach og Thomas Loefke, sum sunnukvøldið tóku ljóðføri síni ? harpu og violin -við til eina framførslu í Miðlahúsinum, og samstundis bergtóku tey bæði við sínum vakra tónleiki, tey ið valdu at seta hesa løtuna av til írskan fólkatónleik.
Hetta kvøldið varð duo?in hjálpt av Kristiani Blak í nøkrum løgum, og saman skaptu tey ein heim av vøkrum fólkatónleiki.