Sunnudagin klokkan 21, fáar dagar undan stórdystinum í fótbólti millum Føroyar og Írland, verður írskur tónleikur at hoyra í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tað eru tey bæði, Máire Breatnach og Thomas Loefke, sum fara at spæla. Máire Breatnach spælir violin og Thomas Loefke, harpu.