Í várblaðnum hjá Føroya Heimavirkisfelag varð lýst við "vættrakapping". Lesararnir vórðu eggjaðir til at lata hugflogið fáa frítt at fara og tilevna uppskot til ein føroyskan "souvenir" vættur, 10 - 30 cm til støddar og tilevnaður úr mest møguligum náttúrutilfari.
Vinnarin fær í virðisløn eina ferð fyri tvey - langt vikuskiftið við Atlantsflog til Fjørukránna í Hafnafirði í Íslandi.
Freistin at senda inn var 15. juli og inn komu 9 uppskot.
Ein óheft 3-manna dómsnevnd varð sett at velja besta vættrauppskotið. Í nevndini sótu: Tórgerð Mørkøre, listhandverkari, Inga Simonsen, umboð fyri Menningarstovuna og Aase Bømler Olsen, listakvinna og umboð fyri ferðavinnuna.
Vinnari av kappingini gjørdist Fríðgerð Rasmussen, Garðsgøta 13, Argir. Dómsnevndin varð hugtikin av hennara vættri og gav honum á staðnum navnið ÁLVUR
Dómsnevndin gav ÁLVI hetta skoðsmál:
?Formgevingin væleydnað - eitt heilskapað úrslit
?Livandi andlitsbráð og hendur
?Lættur at handfara og at hava við sær
?Tilevnaður úr føroyskari ull í góðum litum
?Føroyskt eyðkenni: Myrkamorreyð troyggja við hvítum ommupikki
?Hóskandi stødd - kann framleiðast í minni ella størri útgávu
Dómsnevndin metti innkomnu vættrarnar at vera sera áhugaverdar og varð tað ikki heilt lætt at kjósa ein vinnara. Fleiri av innkomnu vættrunum kundu verið settir í framleiðslu sum "souvenir". Vættrarnir verða allir sýndir fram í sýnisglugganum hjá Hansemann Tórgarð á Káta Horninum í Havn um Ólavsøkuna frá leygardegi 27. juli til og við mikudagin 31. august.
Vit takka Atlantic Airways fyri stuðulin og ynskja Fríðgerð eitt gott langt vikuskifti á Fjørukránni.