? Tað bæði kundi og burdið verið betri, er fyrsta viðmerkingin hjá Jenisi av Rana, tá hann verður spurdur um veljarakanningina, sum Fynd og Sosialurin hava gjørt í samstarvi við Føroya Tele.
Hann er ikki serliga væl nøgdur við úrslitið hjá hansara flokki, sum bert gevur honum ein tinglim, sum allarhelst fer at vera í Suðurstreymoyar valdømi. Tí eru útlitini hjá formanninum at blíva afturvaldur góð.
? Tað er eingin ivi um, at hetta er eitt vónbrot fyri okkum, men vit skulu minnast til, at hetta bert er ein kanning, og ikki nakað endaligt úrslit, sigur Jenis av Rana.
Hann ger vart við, at Miðflokkurin mangan hevur staðið seg illa í veljarakanningum, og tí vónar hann, at úrslitið verður munandi betri á valinum.
? Við seinasta val hevði flokkurin fleiri sera vánalig úrslit í veljarakanningum, og í onkrari teirra fingu vit ongan mann valdan. Tí trúgva vit framvegis uppá eitt betri úrslit enn hendan kanningin gevur okkum.
Jenis troystar seg við, at Miðflokkurin var tann seinasti flokkurin at kunngera sína valskrá, og tað var fríggjadagin. Hendan kanningin er sostatt gjørd áðrenn, Miðflokkurin almannakunngjørdi sína valskrá. Formaðurin vónar tí, at framløgan av valskránni fer at geva flokkinum nakrar fleiri atkvøður og harvið nærkast tí næsta manninum eins og í 1994, tá Miðflokkurin fekk tveir mans.
Góða undirtøku í Eysturoynni
Miðflokkurin fær annars best undirtøku í Eysturoyar valdømi, har flokkurin fær 6,0 prosent. Vanligt er at siga, at tað kostar einum flokki atkvøður at sita í landsstýrinum, men hetta sæst ikki aftur hjá Miðflokkinum í Eysturoynni.
Bill Justinussen hevur verið landsstýrismaður síðan síðsta val, og tað sær út til, at hetta hevur givið flokkinum fleirir atkvøður í Eysturoynni.
? Tað er sjálvandi arbeiðið hjá Bill, sum ger, at vit fáa so góða undirtøku í hansara valdømi, sigur Jenis av Rana.
Miðflokkurin hevur annars ein spennandi lista í Suðuroy, men hetta gevur ikki flokkinum størri undirtøku í hesum valdøminum, tí bert kanningin gevur flokkinum bert tvey prosent í Suðuroy.
? Vit fara at spíla okkum út ta næstu vikuna fyri at vinna okkum størri undirtøkur. Minsta málið hjá okkum er sjálvandi at fáa ein mann afturat, sigur Jenis at enda.