Ársmetini verða gjørd til próvtøl

Tá studentaskúlanæmingar 24. mai 2011 fóru til skrivliga próvtøku í týskum A, gjørdist greitt, at uppgávusettið var til týskt byrjanarmál og ikki til týskt framhaldsmál Mentamálaráðið hevur síðani havt samskifti við skúlarnar og við Undervisningsministeriet, sum hevur gjørt uppgávurnar. Mentamálaráðið hevur gjørt av at loysa málið soleiðis, at næmingarnir fáa síni ársmet flutt yvir sum próvtøl. Næmingarnir fáa tí eitt fullgyldugt prógv til somu tíð, sum øll onnur. Tó kunnu teir næmingar, um teir ynskja tað, fara til endurpróvtøku í august í ár.