Ruðuleiki

Hóast Føroya Lærarafelag hevur boðað frá arbeiðssteðgi, so hevur felagið einki hoyrt frá myndugleikunum, stað festir forkvinnan í felagnum, Elsa Birgitta petersen.

- Landstýrismaðurin í undirvísingarmálum hevur stundir at putla við forskúla, men verandi fólkaskúla hevur hann ikki stundir at taka sær av, heldur forkvinnan í Føroya Lærarafelag.

- Úrslitið av arbeiðssteðgi, verður ruðuleiki í fólkaskúlanum, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Føroya Lærarafelag hevur boðað frá arbeiðssteðgi, har 1/3 av limunum leggja arbeiðið niður. alan er um sáttmálasettu lærararnar, men tænastumenninir hava ikki loyvi at taka tímar fyri lærararnar í arbeiðssteðgi.

Forkvinnan í Føroya Lærarafelag kann bert staðfesta, at felagið einki hevur hoyrt frá nøkrum, síðani boðað varð frá arbeiðssteðgi. Fyrsta arbeiðssteðgi í søgu Føroya Lærarafelags, tí tænastumenn hava ikki loyvi at leggja arbeiði ð niður, men í dag er 1/3 av lærarunum sáttmálasettir.

Føroya Lærarafelag krevur, at løn og arbeiðsviðurskiftir samsvara við nýggju fólkaskúlalógina, ið landsstýrið hevur sett í gildi og sum leggur størri arbeiðsbyrði á lærarar og skúlaleiðslur.

- Landstýrismaðurin í undirvísingarmálum hevur stundir at putla við forskúla, men verandi fólkaskúla hevur hann ikki stundir at taka sær av, heldur forkvinnan í Føroya Lærarafelag.

Felagið brynjar seg nú til arbeiðssteðgin. Uppá spurningin, um felagið kann góðtaka, at myndugleikarnir látast sum einki, sigur forkvinnan, at boðað er frá lógligum arbeiðssteðgi, so bólturin liggur hjá undirvísingarmálastýrinum, tí lønardeildin hevur sagt hetta vera teirra borð. Um teir kunnu góðtaka ruðuleika í skúlanum, tað verður upp til teirra.

Sostatt er lagt upp til fyrsta arbeiðssteðg hjá lærarum, um einki nýtt hendir í málinum nakað skjótt, og í løtuni bendir einki á, at so er.