Ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum

Avoldað valdsuppgerð
Heimsmet í verkføllum - Landið lagt lamið reguliga á nærum hvørjum ári - blokadur - boykott - samhugatiltøk - ólag á samferðsluni - ongin undirvísing - vantandi tíðindaflutningur - ongin vaktar- og bjargingartænasta, - og soleiðis kann haldast fram, hetta er dagligdagurin í Føroyum.
Øll eru samd um at henda støða er fullkomuliga og aldeilis óhaldbar og at onki framkomið samfelag kann liva við einum slíkum afturvendandi ruðuleika hvørt einasta ár og kanska fleiri ferðir árliga.
Henda avoldaða valdsuppgerð og maktdemonstratión millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, sum tíðin langt síðan er farin frá, má fáast í eina aðra meira civiliseraða legu
Skaðarárin, óstabilitetur og oyðileggjandi umdømi av hesum lemjandi verkføllum er undirgravandi fyri búskapin og er vorðin ein álvarsligur samfelagstrupuleiki og ein hóttan móti rættarsamfelagnum og okkara tilverugrundarlag.

Veik politisk skipan
Orsøkin til ruðuleikan í Føroyum skal ivaleyst síggjast í ljósinum av eini sera veikari politiskari skipan samanhildið við eina upparbeidda siðvenju, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum nærum eru friðhalgaðir og kunnu hóreiggja sær sum teimum lystir.
Útgangsstøði er sjálvsagt, at ongin kann taka rættin frá einum arbeiðstakara at leggja frá sær arbeiði, ella hjá arbeiðsgeva at taka ímóti eini slíkari tænastu, tá sáttmálaloysi er millum partarnar.
Tá slíkt hendir er ein tó noyddur at taka neyðug samfelagsfyrilit, soleiðis at lív, heilsa og vítttfevnandi samfelagsvirði ikki fara fyri skeyti.
Tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki duga sær hógv og kenna síni mørk við tí úrslitið at trygd og tilverugrundarlagið hjá einstaka borgaranum kemur í vanda, tá ikki bert eigur, men skal Landsstýrið og Løgting at taka øll neyðug stig til at steðga slíkum samfelagsniðurbrótandi virksemi.

Fyribyrging neyðug
Tað er ei heldur nóg mikið at landsins stjórn og lóggevarar bara sita hendur í favn hvørja ferð og bíða til støðan er vorðin so ótolandi, at slík lógarinntriv gerast neyðug.
Teir hava eina treytaleysa skyldu at forða fyri, at samfelagið ferð eftir ferð skal koma út í slíkt óføri.
Til tess at fyribyrgja hesum anarki er tískil neyðugt at seta nýskipanir í verk, sum kunnu laga reglurnar á arbeiðsmarknaðinum til nútíðarkrøv og treytir, soleiðis at henda kaotiska støða kann fáa ein enda.
Ongin ivi er um, at ein arbeiðsrættur er alneyðugur, soleiðis at tað kann setast skjótt og effektivt inn mótvegis ólógligum tiltøkum frá ávikavist arbeiðsgevara og fakfeløgum. Ongin haldbar grundgeving er enn førd fram um at vit ikki skulu stovnseta arbeiðsrætt uttan bara hesar afturvendandi ákærur, brigsl og hóttanir uttan innihald frá ymsum fakfelagsleiðarum, sum eftir øllum at døma stórtrívast umdir hesum óskipaði viðurskiftum, sum nú valda.
Politikararnir eru nú noyddir at taka sær um reiggj og sýna dirvi, tá hetta hetta eyðkenda feika konfliktskýggjandi støðuloysi mótvegis pørtunum á arbeiðsmarknaðinum bara førir okkum enn longri út í kyksendan..

Boykott av størvum
Tað er eisini týðuligt, at ávís feløg eru farin at spreingja mørk og nú eru gingin ov vítt í teirra "metodum" til tess at vinnu sínum limum teirra "sjálvsøgdu rættindi".
Maskinmeistarafelagið kann sigast at ganga á odda í hesi nýggju herferð við at taka kvørkratak á samfelagið og ikki at skýggja nakrar midlar, um so hetta gongur móti landsins lógum og vælferð.
Tað sigst at teir ikki himprast við at sløkkja fyri elveitingini til alt landi um sáttmálaviðurskiftini mótvegis SEV ikki koma í rættlag. Hetta er ikki verkfall, hetta er í veruleikanum rein sabotga, sum ikki eigur at verða told eitt einasta minut uttan lógarinntriv.
Annað eyðkent dømi er stríðið millum maskinmeistarafelagið og Vaktar- og Bjargingartænastuna, har ávísir limir í felagnum, sum eru tænastumenn, hava sagt upp síni størv kollektivt í samráð við Maskinmeistarafelagið.
Teir krevja nú at vera settir aftur uttan umsókn, samstundis sum Maskinmeistarafelagið boykottar allar nýggjar starvssetanir hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Hetta ber heilt einfalt ikki til og hetta krav kann og má ikki gangast á møti, tá tað annars vildi verið talan um beinleiðis lógarbrot. So kann maskinmeistarafelagið fáa so nógva undirtøku og samhugafráboðanir frá øðrum fakfeløgum, sum tað vera vil.
Ein tænastumaður sum lógliga hevur sagt seg úr starvi, er farin úr starvi - basta! Tá starvið er leyst, skal tað lýsast alment og kann ein og hvønn søkja samb. § 5 í lógina um tænastumenn. Vaktar- og Bjargingar Tænastan kann og skal tískil ikki gera annað enna tað lógin áleggur teimum og sum stovnurin hevur gjørt, nevniliga at lýsa størvini leys, soleiðis at allir skikkaðir umsøkjarar fáa høvi til at søkja. Vaktar- og Bjargingartænastan kann og skal sostatt ikki ganga krøvunum frá maskinmeistarafelagnum á møti., Eitt krav frá einum fakfelag um at bróta landsins lógir, kann jú ikki koma uppá tal og mugu skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni harvið heldur liggja til dómadag, heldur enn eitt slíkt krav verður gingið á møti. Her verður Maskinmeistarafelagið og øll teirra stuðulsfeløg tískil noydd at taka í egnan barm, tá mark skal vera fyri hvat man kann loyva sær av "horriblum" krøvum um ikki rættarsamfelagið skal verða fullkomuliga undirgravað og tileinkisgjørt.

Ólógligar blokadur
Vit uppliva eisini dagliga hesar blokadur av vanligari samferðslu og lógligum ørindum hjá borgarum og stovnum, sum ikki eru fevnd av verkfalli, og sum eftir øllum at døma eru vorðnar stovureinar og góðkendar sum eitt nýtuligt amboð í hesum gamaldags stættarstríðið, sum sýnist at hava so góð gróðrarlíkindi í Føroyum.
Hetta er bara ein óhaldbar støða og ein fullkomin misfatan av galdandi reglum. Skal bara nøkulunda skil valda í hesum landi, eiga hesar blokadur at verða beindar av vegnum á staðnum og uttan nakað himpr yvirhøvur.
Ongn kann liva við at ávísir bólkar í samfelagnum fyri at tæna egnum seráhugamálum á ein slíkan primitivan hátt taka aðrar uttanfyristandandi ósekar samfelagsborgarar sum gíslar í teirra innan-hýsis striðið, fyri harvið at trumfa sín vilja ígjøgnum.
Tá lógligur postflutningur verður tarnaður og sjálvstøðug vinnurekandi, sum als ikki eru fevnd av verkfallinum, verða forðað í at útinna síni dagligu ørindi uttan at løgreglan kann hjálpa teimum, tá haltar støðufesti hjá avvarðandi myndugleikum og tá er nakað rívandi galið við sjálvum rættar-samfelagnum!
Bæði politikarar og løgregla eiga at gera sær púra greitt at teirra lunkaða og svikaliga støðuloysi á hesum øki ikki kann halda fram. Teir mugu yvirvinna sín "berøringsangst" ella nertingarræðslu fyri pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Tá sjálvt grundleggjandi virði í rættarsamfelagnum eru komin í vanda er stundin komin til handling. Antin seta myndugleikarnir seg í respekt á hesum øki her og nú ella er álvarsligur vandi fyri at hetta samfelagið spakuliga verður undirgravað innanífrá av lógloysi og ruðuleika.
Eitt primitivt eljustrið, har nakrir fakfelagsleiðarar í egnum fullkominleika og uttan ábyrgd fyri lógini ella fyriliti fyri øðrum taka seg sjálvan til rættis, betrar ikki um korini og loysir ongar trupulleikar hjá vanliga løntakaranum í Føroyum.