Tað hevur riggað rættiliga illa at keypa við gjaldskorti í morgum og tað hevur elvt til stórar trupulleikar nógvastaðni. Portalurin hevur fingið eina ørgrynnu av viðmerkingum frá fólki, sum eru ónøgd og frustrerað, tí terminalarnir virka ikki, hvørki í handlunum ella í kortautomatunum
Hetta hevur ført við sær, at fólk hava ikki kunnað betalt, tað, tey hava keypt og tey, sum ikki hava havt reiðan pening uppi á sær, mugu so fáa rokning sendandi.
Vit hava fingið upplýst, at hetta er galdandi fyri fólk, sum hava keypt í alskyns handlum og eisini frá fólki, sum hava keypt bensin og diesel á bilarnar.
Í onkrum handli verður sagt, at terminalarnir eru serstakliga óstøðugir í morgun og at teir rigga inn ímillum, men so gongur aftur long tíð, har teir eru steindeyðir.
Í summum handlum hevur hetta elvt til langar bíðirøðir og aðrir handlar eru farnir niðast í skuffurnar eftir teimum gomlu, manuellu terminalunum aftur, har fólk skrivað undir upp á, hvat tey hava keypt og so verður tað tikið av kontuni seinni.
Men hetta er ein strupulleiki hjá teimum, sum hava Mastercard og visa elektronkorti, tí tey kunnu heldur ikki avgreiðast upp á gamlan máta.
Í einum handli halda tey, at tað kemur oftari fyri nú enn fyrr, at terminalarnir ikki virka.
Vissi tað er nakar uggi, kann upplýsast, at terminalarnir virka heldur ikki í Danmark í morgun.