Í góðveðrinum leygardagin sóu fólk ein løgreglumann við hondum upp í loft og við málageipan rennandi eftir eini eldri damu eftir sandinum í Klaksvík.
Bussur við einum ferðalagi úr Noregi mátti steðga og lata henda algoysta løgreglumannin sleppa framvið. Ferðafólkini vóru nakað skelkað av, at myndugleikarnir í Føroyum fóru so harðliga við eini eldri damu.
Tað vísti seg tó at vera Erling, løgreglumaður, sum rann eftir Trøllaommuni, ið rann undan við eini trillibøru við einum sjónvarpi í.
Fólk gjørdust eitt sindur meira rólig, tá tey sóu Jógvan, løgreglumann, standa myndugan og róligan hyggjandi at og leiða tað, ið fyrifórst við yvirbrá, sum vísti, at hann hevði tamarhald á støðuni.
Tá Erling langt um leingi - og eftir drúgvan leik - hevði fingið hendur á Trøllaommuni, kom fram, at hon fyri einaferð skuld lógliga og við egnum peningi hevði keypt sær eitt sjónvarpstól.
Tá hon ongan bil hevði, noyddist hon at seta sjónvarpið uppí eina trillibøru at flyta tólið heim við. Hetta helt tann altíð árvakni Erling, løgreglumaður, tó síggja misteinkiligt út.
- Talan er um upptøkur til sætta filmin um Trøllaommuna og Trøllapætur, sum kemur út til jóla.
Tað sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, sum eisini tók hesar myndirnar leygardagin.