Kongshavnar havnastýri hevur gjørt avtalu við nýggja felagið, Kongshavnar Frítíðarsiglarafelag, um at taka sær av at rudda fjøruna kring Skálafjørðin.
Talan er um alla fjøruna, líka úr Skálafirði og út á Raktanga á vestara armi og út á Garðsenda á eystara armi, men tó eru havnaløgini undantikin, tí teimum hava avvarðandi havnamyndugleikar ábyrgd av.
Ávís støð eru rekapláss, og á sandinum í Skálafirði er nógv rusk og órudd aftan á hvønn lágættarstorm, og tí skulu hesi støð ruddast eftir tørvi nakrar ferðir um árið.
Kongshavnar Frítíðarsiglarafelag fær 70.000 krónur fyri at halda fjøruna reina í 2013, og tá er burturbeining av ruskinum íroknað.
Í mong ár hevur hevur vardi verkstaðurin Stíggjur í Saltangará tikið sær av ruddingini, men í fjør hevði Stíggjur ov lítla manning til at gera arbeiðið, og tí er avtala í staðin gjørd við Kongshavnar Frítíðarsiglarafelag.