Eitt er tað, at húsini eru illa farin og illa hildin. Veður og vindur hava gjørt sítt, meðan garðurin hevur staðið manntómur í fleiri ár. Men tað líkist púra ongum, at ognir hjá landinum verða so misrøktar, at gamlar gravimaskinur og annað tilfar sleppur at liggja og dálka náttúruna í áravís.
Tað er so týðuligt, at talan er um gamlar entrepenørmaskinur frá hinari øldini, sum framvegis skemma náttúruna. Nú tá Búnaðarstovan hevur brúkt so nógva orku upp á at fáa fólkini av garðinum, so er bara at vóna, at Búnaðarstovan ruddar økið – ella setir nýggja festaranum ta treyt, at hann fær økið ruddað.