Rudi verður leiðandi yvirlækni

Fyribils skal hon røkja starvið í eitt ár, men tað eru eisini aðrar broytingar gjørdar

Nú er greitt, at tað verður Rudi Kollslíð, sum nú verður virkandi leiðandi yvirlækni á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

 

Tað sigur Landssjúkrahúsið í dag.

 

Umframt hana, er Ingun Gaardbo, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, í leiðsluni á deplinum

 

– Fyri at styrkja læknafakligu leiðsluna á medisinska deplinum hevur stjórnin eisini heitt á yvirlæknarnar Elmar Ósa og Shahin Gaini um at vera við í einum læknafakligum leiðslutoymi á Medisinska deplinum, saman við Rudi Kollslíð.

 

Elmar Ósá fær ábyrgdina fyri útbúgving og fyri at fáa nýggj starvsfólk, og Shahin Gaini fær ábyrgdina fyri granskingina á deplinum, og er umboð fyri Landssjúkrahúsið í stýrinum fyri Deplinum fyri Heilsugransking.

 

Rudi Kollslíð er hjartalækni og hon hevur verið yvirlækni á Landssjúkrahúsinum síðani  2012. 

 

Elmar Ósá hevur verið barnalækni á Landssjúkrahúsinum síðani 2011, og Shahin Gaini hevur verið yvirlækni í infektiónsmedisin síðani 2012.