ÍF hevur í kvøld gjørt ein eitt ára sáttmála við Rudolf Eliasen, sum annars bara hevur spælt við KÍ. Tað veit heimsíðan hjá ÍF at siga í kvøld.
Rudolf er 25-ára gamal. Hann hevur leikt við KÍ líka til nú, har hann hevur leikt 38 dystir í bestu deildini og skotið 1 mál, og 117 dystir í 1. deild og skotið 8 mál.
Hann er ein hartarbeiðandi og skjótur leikari, ið vanliga hevur spælt sum høgri bakkur á KÍ liðnum, skrivar heimasíðan hjá ÍF.
ÍF kunngjørdi týskvøldið, at Albert Ellefsen verður venjari hjá ÍF komandi kappingarár. Tað er eisini greitt, at Ari Ellingsgaard heldur fram í felagnum komandi ár.
Mynd: (www.if.fo) Ólavur Larsen(t.v), formaður í ÍF, við snotiligum "movember" yvirskeggi og Rudolf Eliasen.