Rugbreyðið í føroyska blaðheiminum

- Um kjakmentan, speisemi, men mest um Fregnir

 

?Lygnin flýgur og sannleikin skjølkar eftir?.

 

Jonathan Swift, 1710: On Political Lying

 

 

 

 

 

Janus Djurhuus var ein sera bersøgin maður, serliga tá hann tosaði ella skrivaði um list. Somuleiðis var hann erligur sum fáur, tá tað kom til kjakstøðið í Føroyum. Eina ferð fekk Janus Djurhuus sendandi úr Føroyum ein stóran pakka við bløðum. Tað tók honum stívar seks tímar at trálesa hendan stakk. Sorgarbundin setti hann seg at skriva um hetta, at bløðini vóru út av lagi vánalig, og so nevndi hann tey eitt fyri og annað eftir. Eftir hetta tekur hann til síni egnu orð:

 

 

 

?Ah, gev mær hvassan landnyrðing

 

og brim og ódn og hvirluting

 

og brennivín og harpuslátt

 

og villan grát á heystarnátt.?

 

 

 

Hetta var sum Janus plagdi so melankolskt at taka til, long..long time ago. Men so er kanska ikki longur. Føroyskt kjak er meiri livandi enn nakrantíð. Bløð sum Dimmalætting, Sosialurin og Fregnir skriva øll nógv um list og mentan. Tað sprýkjur úr berligum lendi, sjálvt um okkurt hissini ókrút av og á hómast.

 

Úr ovninum

 

Nýggjasta skútan í føroyska kjakinum hevur heldur niðurgerandi fyri, at onnur bløð eru sum rundstykki, meðan teir eru sum eitt rugbreyð: ?Fregnir er rugbreyðið í føroyska blaðheiminum?. Ein so prosaiskur metaforur er í mínari verð sum at skjóta seg sjálvan í fótin. Rugbreyð smakkar væl og er eitt alneyðugt tilfeingi í føroyska húsarhaldinum, men mær dámar eisini væl rundstykki fra bakaranum leygarmorgun ella sunnumorgun. Tá kann rugbreyðið ríða og renna. Og tað er eyðkent, at leygarmorgun og sunnumorgun er friður at lesa slík bløð sum Fregnir. At javnmeta seg sjálvan við eitt rugbreyð er bara ?bad taste?, og spælir við eina løgna fólksligheit. Tað teir meina er sjálvandi, at teir liggja betur á enn eitt vanligt blað ? men er tað veruliga soleiðis?

 

Leypa vit á og bíta í alføroyska fólksliga tjóðveldisrugbreyðið, so er skjótt, at ein kann eta heming á seg. Tilfarið í hesum bakverki er eitt pund av gomlum fólkafloksmonnum, fleiri kilo av betongtjóðveldi, eitt neg av málfrelstum ræðuteigum, ein skeið av lummafilosofiskari gudligheit úr Gøtu. Men av og á er lukturin í bakaríinum óførur, samrøður og yrkingar fáa pláss. Men neyðugt er, at einum dámar Høgna Mohr, hin navnframa Rólantsson, Carl Jóhan Jensen og Meinhard Jensen, og er tað so, kann ein eta seg um rygg við góðari samvitsku ella fávitsku.

 

Blaðið frá 23-29. november er av betra slagnum. Sum eitt árgangsrugbreyð du pap. Høgni Mohr skal eiga, at hann er skemtingarsamur maður, bæði í Dimmu á sinni og nú í Fregnum. Sum ein annar revur, er hann listinlærdur. Hevði hann stillað upp í politikki, hevði Høgni Hoydal helst verið í dýrastu neyð. Tað hevði óivað skjótt endað sum showdown í Sun City ? teir báðir við seksløbaranum, krútroykur ? helst ein ræðuligur duellur. Á Dimmu var Høgni sum ein annar Eastwood leigukaraktermordari av teim, ið stungu nøsina ov lang fram, og hvat er mætari vápn enn skemt? Eg mundi doyð av látri, tá hann skrivar um Heina 0 (O ella null eg veit ikki). Her fer blaðstjórin eftir kendum politikara við vápnunum frá Dimmu á sinni, og tað er dundur í høll ? pínadoyð hatta er skeg: ?Skimast sum ein ørkymlað høna á pallinum. Og hyggur javnan niður sum ein bukaður seyðahundur: Vevjur sína røðu upp í ein ellubita (. . .) Og knappliga, tá ið Heini umsíðir smekkar fyrsta stampin á pallin og ætlar sær at egna við fantastisku avrikunum hjá sitandi samgongu, so er tíðin farin.? Her fangar Høgni veruliga persónin Heina O., at hann tosar sum eitt hálvbýtt, mangan til øðina og undirlutakenslurnar, til línumenn í Føroyum, serliga í Klaksvík. Sum ein annar samuraiur ger Høgni eitt ?clean cut? og Heini O. raplar niður av pallinum í Norðurlandahúsinum. Karaktermorðið er tað besta morðið! Hetta er bæði støðutakan og ein karaktermorðroynd í senn frá einum blaðstjóra um ein politikara.

 

Speisemi og moralur

 

Høgnasa skemtingarsemi hevur altíð ein brodd og hann hevur skrivað mangan skemtiligan teig á baksíðuni á Dimmalætting. Tað er gott, at vit eiga fólk, ið duga at vera skemtingarsom og fólk, ið tora at vera speisom og ironisk ? eingin ið kemur fram í ljósmálan í fjølmiðlunum skal sparast. Eg havi í fleiri ár hildið, at tað hevur vantað slíkt speiseimi í fjølmiðlunum í Føroyum. Tað er mangan sum tað er alt ov álvarsligt at vera føroyingur. Í Dimmalætting skrivaði Høgni Mohr um at arbeiða uppá fólk, eitt sera áhugavert hugtak, men spurningurin er, um Høgni Mohr skilir, hvat hetta eisini kann merkja? Markið ímillum at arbeiða uppá fólk og reina happing finst nærum ikki. Tað er ein stórur munur á skemti, sum t.d. ironi, tí ironi uttan sjálvsironi er bert órein og talar mest til skaðafrøina og innara svínahundin hjá okkum menniskjum. Hetta at arbeiða uppá onnur, at halda onnur fyri gjøldur, niðurgera tey við mannminkandi spotti ? hetta er loyvt, tí hetta skal jú vera stuttligt! Og hann, ið gjørdist óður hevur sum kunnugt, longu tapt spælið, tí hann undirleggur seg við at vísa sín veikleika (at gerðast óður). Ironi uttan sjálvsironi er fyri tey bangnu og fyri tey fordómsfullu, ið annars ikki tora at líta tær í eyguni.

 

Tað einasta, ið er at gera við ein slíkan happandi bøðil, er helst at taka hann fyri fult og at taka tað hann sigur í fullum álvara. Skal ironi vera meiri mannavinarlig nýtist hon at seta seg sjálva uppá spæl. Tað er tað ið sjálvsironiin torir. Hesi fólkini eru mangan veruliga stuttlig og hetta uttan at gera onnur til offur, uttan at niðurgera onnur. Eitt gott dømi um hetta er t.d. Woody Allen, ið helst fyri at hann leið av øllum sálarligum trupulleikum, ið funnust, eisini teir bert kvinnur kunnu fáa, sum t.d. penisøvund. Danski sangarin Haugaard, ið helt herfyri, at tosað varð so nógv um happing, men hann vildi bert siga at hann hevði havt nógva gleði av at happa. Hetta er uppaftur meiri sjáldsamt sagt, tí hetta er sjálvsironi um at vera ironiskur og happa onnur. Hetta slag av ironi rakar ongan uttan ein sjálvan, og tí krevst ein breiður ryggur at tora at gera hetta skemt.

 

Upprunaligt moralskt

 

Speisemi er eitt tekstaslag, ið vit kenna aftur til Jonathan Swiftsa A tale of a Tub, ið kom út í 1704. Hetta verk verður altíð mett um í sambandi við speisemi. Tað áhugaverda er viðurskifti ímillum speisemi og moral, tí hitt speisama tekstaslagið er upprunaliga moralskt. At halda onnur fyri gjøldur er bert gjørligt um ein samanber teirra atburð ella verumáta við almennar moralskar dygdir. Í The Penguin Dictionary of literary Terms and literary Theory stendur: ?(speihøvundurin)er eitt menniskja, ið hevur átikið sær leiklutin at finnast at, havast at og speireka samfelagsins býttisskap og lastir, hetta við at spotta og speireka frábrigdið frá ynsktum fyrimyndum. Speisemi er soleiðis eitt slag av mótmæli, ein sublimera og ein framd orðing av vreiði og indignatión?. Skal speisemi virka, er neyðugt, at lesarin er samdur við tí morali og etos, ið liggur aftanfyri ? tí er tað, at Ludvig Holberg mangan í dag kann tykjast fullkomiliga avoldaður við sínum skúlameistaralótum. Har Holberg í Erasmus Montanus bæði speirekur Erasmus og tey, ið lurta eftir hesum uppblásta við sínum følsku syllogismum, er tað tí at hann við beiggjanum Jacob vil vísa á eina jarðbundna fyrimynd, ið hevði varðveitt virðingina fyri øllum tí vanliga og myndugleikunum. Mangan hevur speisemi dupultmoralin, vantandi rættvísi og óvitan sum mál. Tá er tað best. Hans Scherfig er ein meiri modernaður speisamur høvundi, ið m.a. í Det forsømte forår fanst at einum alt ov myndugleikastýrdum samfelag. Speisemi uttan moral er bert ein framsýning av, hvussu láturligt onkur ella okkurt er. Tá sær ein, at speisemi eisini inniheldur eitt tilvildarligt ovurhonds vald, speisemis glottin, (um hesin er óreinur, sannur ella rættvísur) prentar framyvir eitt negativ í hugaheimin hjá lesarinum. Eina ferð eksponerað, kann offrið fyri speisemi ikki longur trína fram uttan mistanka, ella goyma síni arr. Hetta tekstaslag hevur tað við at vinna á rættvísinum og samantvinnar ósømuligt graml, sleig við myndugleikan hjá øðrum bókmentum. Taka vit Óla Petersen, so haldi eg, at hann er genialur, t.d. tá hann kallaði Tord Niclassen fyri Ayatordur og teknaði hann við turban. Av og á sæst, at hann hevur ávísar politiskar meiningar. Somuleiðis Roald Als á Politiken, ið m.a. teknaði Anders Fogh Rasmussen frá 1994 til í dag sum ein holumann við gassa, skeggstubbum og skinnklæðum. Hetta kom av ultraliberalu bókini hjá honum: ?Fra socialstat til minemalstat?. Her undan valinum fóru teir aftur eftir Anders Fogh við speisama sloganinum ?fra hulemand til julemand? ? hetta sigur alt.

 

Tað Høgni hevur sagt um Heina O. er í lagi. Hann fektar við opnari pannu sum blaðstjóri. Verri er, at hann púra ókritiskt dyrkar ?Tobba? , og gevur honum 13 við píli uppeftir, eftir at hann fekk fótin í reyvina í føroyskum politikki. Ólukksáligt, at eg ikki hoyrdi skiparan goyggja í Norðurlandahúsinum. Ein maður, ið hevur mordaran Che Chavera hangandi í 2001, er ólukksáliga ringur at taka í álvara. Hví ikki Stalin, Mao, Hitler ella sjálvan Idia Min? Tað hevði verið forkunnugt at hoyrt Torbjørn siterað stórskaldið Idia Min.

 

Carl Johan Jensen hevur uppiborið rós fyri fyrimyndarligar samrøður við áhugaverd fólk. Forkunnugur lestnaður. Og hasin Elvis tú er fínur ? reinur Gonzo journalistikkur (sí Hunter S. Thomson og Fear and Loathing in Las Vegas: A savage Journey to the Heart of the American Dream og filmin hjá Terry Gilliam). Tom Wolfe á odda fyri new journalism skúlan, meinti, at ikki var gjørligt at skriva um nakað heilt objektivt, fer Gonzo journalstikkurin longur og blandar fiktión og veruleika. Veruleikin verður pallsettur, mangan undir ávirkan av rúsevnum ella alkoholi. Hunter S. Thompson skrivaði hann beint út um alt tað sum hann sá. Elvis skrivar um at standa í Kagganum skít, at uppliva ótrúskap, spýggj og timburmenn ? hetta er nakað heilt nýtt í føroyska blaðheiminum. Seinast vit sóu okkurt, ið minnir um hetta, var við Magnusi Dam Jacobsen og brot úr dagbókum hansara.

 

Meinhard Jensen skrivar mangan væl um tónleik og mentan, men av og á eru ritroyndir hansara heldur merkiligar og hallelujakendar, og tá loypi eg alt um. Skilji tó ikki heilt retro country romantikkin.

 

Rólantsson vendir øllum, hesaferð eiturkoppar og sambandsmenn, ið verða vundnir saman. Men hetta er bara hugnaligt skemt.

 

Av sonnum kann ein siga, at teir á Fregnum royna at vinda speisemis andan hátt. Og tað er áhugavert, burtursæð frá tá Høgni Djurhuus skrivar um at sita á bukkuni og einki pappír er eftir. Slíkur latrinerur humorur er óbúgvin, og ikki so stuttligur. Hvar eru kvinnurnar á Fregnum?

 

Orðaglottarnir hjá Jóhan Hendriki W. Poulsen eru ófatuliga keðiligir. Hetta er málfrøði, tá hon er mest turrgeld. Orð fyri orð uttan ástøði, uttan mál ella mið ? annað enn tað turrisliga málsøguliga, orðasøguliga (etymologiska) og puristiska. So er ein Tórur Jóanson í Dimmu tó meiri áhugaverdur. J.H.W. Poulsen umboðar eina stagneraða málfrøðiliga (anti) ástøðiliga og vísundaliga kós, ið t.d. í Norðurlondum fyri langari tíð síðani er horvin.

 

Herluf Hansen er av og á frammi við viðmælum av góðum bókum. Tað er gott, at onkur kemur undan við onkrum forkunnugum lestnaði

 

Ikki er rætt at siga, at Sosialurin og Dimmalætting ?bert? eru sum rundstykkir. Tað eru hesi bløð, ið geva okkum dagliga breyðið og rundstykkini í vikuskiftinum.

 

Til lesaran vil eg bert siga, at ansast skal (eisini) eftir speiseminum, ella hugsast skal um, hvat vald hetta kann hava, tí speisemi kann sum lygnin flúgva meðan sannleikin mangan skjølkar eftir.

 

Fregnir eru ikki sum bakverk eitt makkverk, men skal etast við ávísum ráddum huga, tí ivasamt er um hetta rugbreyð gevur tær andaligu mettuna. Kanska Fregnir hvørki eru rugbreyðið ella rundstykkini, men kanelstongin í føroyska blaðheiminum. Onkuntíð fær ein hug at eta ein bít av eini kanelstong, men skal ein ikki eta heming á seg, er ikki ráðiligt at eta eina heila stong í senn. Manga takk!