tíðindaskriv
Klokkan 10 leygarmorgunin sleppa oyndfirðingar sum teir fyrstu at royna nýggja rullandi vørutombola?ið. Tá byrjar bussurin rundferðina, sum tá liðugt er í Oyndarfirði, heldur áfram út í Skálabotn, út á Skála og víðari, alt eftir hvussu nógvir seðlar og vinningar eru eftir.
Tiltakið er ein partur av innsavningini, sum 9. b í Stranda skúla skipar fyri í sambandi við, at tey skulu námsferð til London.
Tiltakið er skipað soleiðis, at næmingarnir og foreldur teirra hava útvegað um 400 vinningar. Vinningarnir vera so fyltir inn í ein stóran buss, sum so fer at koyra bygd úr bygd leygardagin, og byrjað verður sum sagt í Oyndarfirði klokkan 10.
Ístaðin fyri at stilla bussin eitt ávíst stað, steðgar bussurin á fleiri støðum í bygdunum, og farið verður síðani í hvørt einstakt hús.
Í sambandi við hetta tiltakið hava fyrireikararnir gjørt av at royna við einum serligum eydnuposa við lutaseðlum. Til ber at keypa 20 seðlar í einum posa og tann sum ger tað, hann er tryggjaður í minsta lagi ein vinning.
Sum sagt er hetta tiltakið partur av innsavningini til námsferðina, sum næmingarnir í 9. b í Stranda skúla skulu til London. Í alt 18 næmingar av Skála, úr Skálabotni og úr Oyndarfirði fara avstað umframt tríggir leiðarar.
Á ferðini í hesum forkunnuga býi fara næmingarnir at vitja ymisk áhugaverd støð, so sum National History Museum, Science Museum, BBC og Madame Tussaud. Harumframt er eisini ætlanin, at fara til ymisk onnur áhugaverd tiltøk meðan flokkurin er í London.
Ein slík ferð kostar fitt av peningi og í tí sambandi hava foreldrini saman við næmingunum gjørt av at skipa fyri ymsum tiltøkum og í hesum førinum var so gjørt av at royna við einum rullandi vørutombola eisini.
Umframt vanliga vinningin hava tey, sum hava vunnið, eisini møguleika at vinna ein vinning afturat. Vinnararnir skriva navn sítt og telefonnummar á baksíðuna á vinnaraseðlinum og leggja hann í ein posa til endamálið.
Tá dagurin er liðugur verður lutur drigin millum allar vinnararnar, um nakrar eykavinningar, sum í hesum føri er eitt betri máltíð á góðari matstovu. Fýra eykavinningar eru og matstovurnar, sum hava latið vinningarnar eru Casa Blanca í Runavík og Hotel Hafnia, Glasstovan og Hotel Tórshavnar Sjómansheim í Tórshavn.
Fyrireikararnir vóna, at tikið verður væl ímóti hesum spennandi tiltaki.