Rumeni til B36

Hóast formaðurin ikki fæst at vátta nakað, so skuldi tað verið heilt víst, at B36 hevur tryggjað sær ein rumenskan leikara til komandi árið

Fótbóltur

Tá skrivað hevur verið um B36 í vetur, so hevur talan fyri tað mesta verið um frágongdina, sum meistararnir hava havt. Av hópinum, sum í fjør gjørdist greipuvinnarar eru Jan Guttesen, Pól Thorsteinsson og Heðin á Lakjuni allir farnir burturfrá, meðan tað hevur verið so sum so við tilgongdini. Ikki tí. Felagið hevur víst á, at fleiri leikarar úr egnari røð eru ávegis, eins og gitingarnar um styrk uttan ífrá hava verið nógvar, men higar til hava hetta bert verið gitingar.
Nú skuldi tað tó verið heilt víst, at Piotr Krakowski hevur nýtt vetrarfrítíðina í Pólandi til at tryggja liðnum tilgongd við einum rumenskum miðvallara, og væntandi skuldu leikararnir í felagnum fáa boð um hetta á spælarafundi mánakvøldið. Tað hevur áður ljóðað, at Iulian Florescu, sum annars hevur leikt við B71, skuldi verið upp á tal hjá B36, men sum skilst, so er tað ikki hesin, sum talan nú er um.
Sær sjálvum so líkur, so er formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, tættur sum tunnan, tá vit sunnudagin royndui at fáa staðfest tíðindini, og vildi hann ikki gera viðmerkingar av nøkrum slag.
Sambært álítandi keldum, so skuldi tað tó verið heilt víst, at rumenski leikarin er komin undir land, og at B36 í løtuni bert bíðar eftir, at innferðar- og arbeiðsloyvi hjá hesum eru komin í rættlag.