Rúna Hilduberg er í dag sett í starv sum deildarstjóri í Undirvísingar og mentamálastýrinum í Tinganesi.
Rúna Hilduberg tók prógv sum bygningsverkfrøðingur frá Danmarks Ingeniørakademi í 1986. Hon var á skeiði í »Marketing Research« og »Business Communication« við Farfield University, Connecticut, USA, í 1986. Hon hevur arbeitt sum verkfrøðingur í Føroyum og Danmark í tíðarskeiðnum frá 1986 til 1992. Síðan 1992 hevur hon arbeitt sum lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.