Runavíkar kommuna fekk í gjár handað løggildingarskjalið til vatnverkið í Lamba frá Heilsufrøðiligu starvsstovu.
Vatnverkið í Lamba veitir vatn til umleið 2200 fólk í Lamba, Lambareiði, Glyvrum, Saltangará og Runavík, sigur Runavíkar kommuna.
Runavíkar kommuna fekk í grundini vatnverkið løggildað í februar í ár, men orsakað av koronusmittuni hevur ikki borið til at fingið løggildingina handaða fyrr enn nú.
Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit og annað skjalfest.
Saman við vatnverkinum í Lamba eru 11 onnur vatnverk, ið eru løggildað av Heilsufrøðiligu starvsstovu.