Runavíkingar aftur í finaluni

Hóast tað leikaði hart á seinastu løtuna, eydnaðist tað NSÍ at basa fuglfirðingum á Varmakeldu og harvið spæla seg í steypafinaluna.

ÍF skifti í farnu viku venjara. Sigfríður Clementsen var koyrdur úr starvi, og fyribils er Petur Mohr settur at taka sær av liðnum. Bert tríggjar dagar eftir at Petur Mohr tók við, leiktu fuglfirðingar hálvfinalu í steypakappingini ímóti NSÍ.

Javnur fyrri hálvleikur
Fyrri hálvleikur í Fuglafirði leygarkvøldið var rættuliga javnur. Bæði liðini vistu gott spæl, men runavíkingar høvdu eina lítla yvirvág. Tað var eisini NSÍ, sum legði seg á odda, tá ið komið var til umleið miðjan fyrra hálvleik. Eftir gott uppspæl í vinstru síðu endaði bólturin hjá Helga L. Petersen, og vandamikli framherjin langaði til við einum góðum langskoti, og bólturin fór í netið. Hetta málið noyðist ÍF-málverjin, Karstin Joensen, allarhelst at taka á sínar herðar. Hetta var fyrsti veruligi málmøguleikin hjá runavíkingum í dystinum, og tí kom tað dátt við hjá fuglfirðingum.
Eftir leiðslumálið hjá NSÍ umskipaði Petur Mohr liðið hjá ÍF nakað í verjupartinum. Hetta gav eisini meiri tryggleika í verjupartinum, og fuglfirðingar komu fyri seg. Spælið koyrdi betur, enn tað hevur gjørt leingi, og runavíkingar fingu harða mótstøðu.

Tvær ferðir Andy
Nú Sjúrður Jacobsen hjá NSÍ hevði leikbann í dystinum ímóti ÍF, var Jónstein Petersen fluttur aftur av sínum vongplássi til at leika sum vinstri bakkur, og tískil kom Andy Olsen inn á liðið á vinstra vong. Andy royndist væl, tá ið hann kom inn í dystinum mikukvøldið ímóti HB í Havn, og leygarkvøldið tók Andy veruliga av møguleikanum, nú hann slapp at royna seg frá byrjan.
Hóast fuglfirðingar vóru byrjaðir væl eftir steðgin, so vóru tað tó NSÍ, sum enn einaferð fingu bóltin í kassan. Hetta hendi, tá ið NSÍ einar tíggju minuttir eftir steðgin fór í kontraálop, og Andy Olsen streyk avstað í vinstra borði, og tá ið hann nærkaðist málinum hjá Karstin Joensen og ÍF, langaði hann til úr spíksum, og so vóru gestirnir úr Runavík bráddliga á odda 2-0.
Mótbrekkan hjá ÍF var nú enn tyngri, og hon skuldi vísa seg at gerast óyvirkomulig. Aftur hesaferð var tað Andy Olsen, ið var upp á spæl. NSÍ spældi seg væl fram eftir vøllinum, og eitt gott innlegg kom úr høgra borði. Andy Olsen kom rennandi úr vinstra borði, og hann smekkaði til, og bólturin sang í netinum aftan fyri Karstin Joensen, sum ongan livandi møguleika hevði at bjarga.

Vónin kveiktist aftur
Fuglfirðingar góvu tó ikki skarvin yvir, og teir eiga rós uppiborið fyri at sýna góðan stríðsvilja. ÍF sendi nógv fólk fram, og teir fingu lagt eitt stórt trýst á málið hjá Jens Martin Knudsen og NSÍ. Tað eydnaðist eisini ÍF at minka um munin, tá ið Bartal Eliasen skoraði eftir trunkaspæl framman fyri NSÍ málinum. ÍF bleiv við at trýsta, og møguleikarnir vóru nógvir. Tað skuldi tó eitt einastandandi einmansavrik til, áðrenn ÍF fekk minkað um munin enn einaferð. Veteranurin Magni á Lakjuni snýtti fleiri verjuleikarar hjá NSÍ við sínum framúr teknikki, áðrenn hann sendi bóltin í netið til 2-3. Nú kom lív í áskððarafjøldina á Varmakeldu, og teir fimm minuttirnir, ið eftir vóru at leika, trýsti ÍF óført. Hóast málmøguleikarnir ikki trutu, eydnaðist tað ikki ÍF at javna, og við 3-2 sigrinum hevur NSÍ spælt seg í steypafinaluna, sum verður á Tórsvølli á Ólavsøku. Mótstøðuliðið í finaluni verður HB, og tískil verður finalan ein endurtøka av finaluni fyri tveimum árum síðani, tá ið NSÍ vann 2-1. Um úrslitið eisini verður ein endurtøka, vil tíðin vísa, men tað hava runavíkingar so neyvan nakað ímóti.

ÍF-NSÍ 2-3(0-1)
0-1 Helgi L. Petersen
0-2 Andy Olsen
0-3 Andy Olsen
1-3 Bartal Eliasen
2-3 Magni á Lakjuni