Umhvørvisvernd
Runavíkar Kommuna er ein av teimum kommununum, sum taka undir við at seta eina Lokal Agenda 21 skrivstovu á Stovn í Føroyum.
Á Býráðsfundir í gjárkvøldið varð málið til viðgerðar, men Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at tað er onki at ivast í, at kommunan tekur undir við ætlanini.
? Men fortreytin er, at føroysku kommunurnar sum heild eisini taka undir við ætlanini, tí annars verður tað ov dýrt hjá hvørjari einstakari kommunu.
Ætlanin er, at hvør kommuna skal betala 8,50 krónur fyri hvørt fólk í kommununi til eina slíka Lokal Agenda 21 skrivstovu og so skal landið betala tað sama. Men verða tað ov nógvar kommunur, sum ikki vilja betala sín part, verður tað ov dýrt hjá teimum, sum eru eftir.
Lokal Agenda 21 skrivstovan verður ein umsiting, sum skal hjálpa og vegleiða kommununum í umhvørvismálum og ætlanin verður sett í verk sambært altjóða umhvørvisavtaluni, sum varð undirskrivað í Rio de Janeiro í 1992, men tað er ikki fyrrrenn nú, at Føroyingar hava tikið stig til at gera eftir avtaluni.
Ongar treytir
Tá ið Tvøroyrar Býráð samtykti at taka undir við ætlanini, var tað við teirri treyt, at hendan Lokal Agenda 21 skrivstovan ikki verður í Havn. Tvøroyrar Býráð vil í fyrra lagi hava hana at vera á Tvøroyri, har høli er tøk til endamálið. Í øðrum lagi kundi hon vera onkra aðrastaðni úti um landið.
-Slík krøv hava tey ikki í Runavík.
?Vit taka ikki undir við, at kommunur seta treytir sum hasar. Gjørdu allar kommunur tað sama sum Tvøroyri, verður tað ómøguligt at gera nakra Lokal Agenda 21 skrivstovu yvirhøvur.
Rodmund Nielsen sigur, at fyri Runavíkar Kommunu er tað ikki so avgerandi fyri, hvar skrivstovan er.
? Hon kann verða í Havn, sum Kommunusamskipan Føroya hevur skotið upp. Hon kann eisini vera í Runavík, sum Kommunufelagið hevur skotið upp og har felagið hevur høli tøk til endamálið. Ella hon kann eisin verða onkra heilt aðrastaðni.
Tó heldur borgarstjórin í Runavík, at tað er neyðugt at hendan Lokal Agenda 21 skrivstovan liggur nøkunlunda væl fyri í onkrum fjølbygdum øki, tvs onkustaðni í miðstaðarøkinum í landinum.
?Einasta treyt, sum vit seta, er, at tær allarflestu kommunurnar í landinum taka undir við ætlanini fyri at hon ikki skal verða ov dýr hjá hvørjari einstakari kommunu. Men tað verða kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya, sum koma at betala nógv mest til eina slíka skrivstovu og tí hevði tað onki forgjørt verið í at fylgt tilmælinum frá felagnum um at leggja hana í Havn, sigur Rodmundur Nielsen.