"I would like to warmly congratulate you all in Vestmanna Chess Club on once more winning the Trophy, which was richly deserved because of the admirable enthusiasm of each one which is the dynamic force behind all the practise and trouble you put in".
(F.P. Goldney í brævi til Vestmanna Talvfelag eftir Wood-kappingina 1958)
Francis P. Goldney var ein av eldsálunum í Havnar Telvingarfelag. Hann hevði mangan dystin við vestmenningar í Wood-kappingini. Í brævaskifti, hann hevði við danska Vestmanna-læknan, Magnus Pedersen, dylur næstovastin í bretsku hermannadeildini í Føroyum undir Seinna Heimsbardaga ikki fyri, at hann er gleðiliga ovfarin um, hvussu nógv framfarnir vestmenningar eru í talvkynstri. Goldney, sum búsettist í Føroyum eftir kríggið, og gjørdist rættur havnarmaður, undraðist á tann mikla framburð, sum telvingini í Vestmanna var fyri fyrstu árini eftir at felagið var stovnað.
Havnar Telvingarfelag, stovnað í 1923, hevði í fleiri ár verið at kalla einsamalt felag, og hevði tí vunnið sær eina serstøðu. Neistar gløddu kortini eisini aðrastaðni, bæði í Klaksvík, Leirvík, Tvøroyri og í Miðvági vóru tikin stig til at fara at telva, men smátt gekst við royndunum at fáa havnarmenn aftur. Í fimmtiárunum kemur tó annað lag á. Eitt nýstovnað felag í Norðstreymoy búnast og mennist so skjótt, at felagið í Havn fær sín javnlíka áðrenn langt er umliðið.
Tað byrjaði á Heygum
Talvdepilin í Vestmanna var á Heygum. Har kyknaði neistin í tveimum húsum stutt eftir krígslok. Á Posthúsinum og á Telefonstøðini. Undangongumenninir vóru Olaf Durhuus og Samson Højgaard. Í felag áttu teir ein brennandi alsk og hug til at telva. Hendan alskin tóku synirnir eisini til sín. Dúgliga var tí telvað húsanna millum.
Nýsprotni ansurin fyri telving breiddi seg skjótt um bygdina, og skjótt legðist til við gávaðum og hugaðum telvarum á Heygum, ungum sum tilkomnum. Læknin, Magnus Pedersen, var millum teir ídnastu, og skjótt gjørdist hann ein av hollastu stuðlunum hjá felagnum. Sama var við Andreasen, lærara. Tveir av mest gávaðu telvarunum í bygdini komu úr sama húsi; brøðurnir Jógvan og Hans, synir Oliver Petersen, keypmann.
Vestmanna Talvfelag var stovnað 1.apríl 1951. Um virksemið hjá felagnum tað fyrsta árið fæst ein ábending, fert tú at kaga í formansfrágreiðingina á aðalfundinum 10.mei 1952. Magnus Pedersen skrivar so:
Tilslutningen var straks overvældende: ca 50 mdl., mere eller mindre aktive, men efterhånden var tallet paa de deltagende gaaet ned til 15-20 pr spilleaften for i vinter oftest at ligge paa 10-15. Forskellige klubturneringer er blevet forsøgt men ingen gennemført. Det synes, som om medl. er uvenligt stemt overfor turneringer, hvilket er uheldigt, da et velgennemført turneringsarbejde fra alle sider angives af største betydning for udviklingen af en klubs spillestyrke".
Hjá nýggju limunum man tað hava verið eitt stórt stig at fara frá gomlu roykstovutelvingini til regluliga, skipaða kapptelving. Hesar reglur í elstu formansgreiðing Vestmanna Talvfelags munnu vera fullgott dømi um tað:
Straks ved starten købte vi et antal forskriftsmæssige skakspil, hvortil der blev lavet et praktisk skab. Senere har vi faaet et skakur, sum jeg vil anbefale til medlemmernes bevaagenhed under træningen; dette gælder ikke mindst de medlemmer, der kan vente at komme til at repræsentere klubben ved turneringerne i Thorshavn, da en videre udvikling af disse turneringer utvivlsomt vil medføre brugen af skakur. Angaaende selve spillets udførelse her i klubben vil jeg gerne minde om, at sluppet brik er flyttet, og at rørt brik skal flyttes. Overholdes dette, undgaas evt. skænderi og ens spil forbedres ved at man vænner sig til at tænke sig om, inden man flytter.
Undirtøkan var góð longu frá byrjan, og í formansfrágreiðingini á aðalfundinum árið eftir ? 13.mei 1953, letur Vestmanna-læknin væl at:
Tilslutningen har været vekslende, til tider ganske god. Vi kan med megen tilfredshed notere en tilgang at helt unge spillere, der har mødt flittigt frem, og som lover godt for klubbens fremtid.
Fyrstu innanfelagskappingarnar
Sum formaðurin róði fram undir í frágreiðing sínari var eitt sindur torført í fyrstani at venja menn til regluliga kapptelving. Tí eydnaðist ikki altíð at fáa allar at telva øll síni talv. Kappingarúrslitini eru tí ikki fullfíggjað øll árini.
Fyrsta árið, í 1951, kappast átta telvarar. Úrslitið er hetta: 1. Olaf Durhuus 10_ stig 2. Niels Durhuus 9_ 3. Jógvan Petersen & Hans Petersen 7 5.Andreas Andreasen & Magnus Pedersen 6_ 7. Samson Højgaard 5 og 8. Fr. Bláhamar 0.
Árið eftir er luttøkan munandi størri. Nú eru ikki færri enn tólv mans til dystin fús. Úrslitið er hetta: 1. Hans Petersen 17_ 2. Olaf Durhuus 14 3. Jógvan Petersen 13 o.s.fr.
Røðin við felagsmeistarum í Vestmanna Talvfelag fyrstu tíggju árini er henda: 1951 Olaf Durhuus 1952 Hans Petersen 1953 Hans Petersen 1954 Niels Durhuus 1956 Samson Højgaard 1957 Hans Petersen 1958 Olaf Durhuus 1959 Jógvan Petersen & Hans Petersen 1961 Hans Petersen.
Felagið húsaðist ymsastaðni fyrstu árini, og sum skilst vóru hølisumstøðurnar ikki altíð tær bestu. Og tað bøtti sum vera man ikki um felagsskapin. Tí vóru eisini upp- og niðurgonguskeið hjá felagnum tey fyrstu trilvandi árini. Á aðalfundinum í 1954 hevur formaðurin hetta hjartasuff:
Det er ikke meget at fortælle fra det forløbne aar og især ikke meget godt. Klubben har hele tiden haft lokalevanskeligheder, og spillet har lidt derunder og i perioder været helt afbrudt. Vor placering ved turneringen i Thorshavn blev tilsvarende daarlig. Om barakkens anskaffelse vil vist Samson bedst kunne fortælle, men da den nu er færdig til brug, skulde lokalespørgsmaalet være løst for en tid, og jeg skal herved benytte lejligheden til paa klubbens vegne at takke dem, der har bidraget til barakkens anskeffelse. Her kan jeg vist ende min beretning, idet jeg beder gamle og nye medlemmer slutte op om skakspillet i Vestmanna.
Men í tveimum húsum var altíð nóg rúmsátt til at telva, og hagar leitaðu teir ídnastu sær, tá tvørrandi hølisumstøður tarnaðu. Á Heygum var borð og fólk altíð uppstillað, og menn vóru fúsir at telva. Hetta var mennandi og stimbrandi umhvørvi. Her vórðu teir mest morðgírigu brýndir og hvestir til rættar telvarar. Løtan var komin til eitt kollveltandi umskifti í føroyskari telving!
Wood-kappingarnar
Tað er ikki at taka seg aftur í, at vitjanin hjá bretska meistaratelvaranum B.H. Wood í Føroyum í 1946 fekk stóra ávirkan á telvingina her á landi. Á hesari vitjan læt hann ein borð til føroysk feløg at kappast um. Hetta var prýðiligt borð við sjáldsomum talvfólki, evnað til úr fílabeini. Nú fóru bygdirnar so smátt at rakna við, og tað er ikki yvir at dylja, at Wood-borðið helt telvingini uppi í fimmti- og sekstiárunum. Útum tað høvdu feløgini ikki nógv saman sínamillum, men neistin var har, og hann slóknaði ikki, sum árini gingu.
Fyrsta kappingin var í 1948, men so var ikki telvað aftur fyrr enn í 1951. Nú eydnaðist at fáa kappingina í eina regluliga legu, og telvað var nú á hvørjum ári heilt fram til 1976, tá avgerðin í kappingini fall.
Havnar Telvingarfelag vann fyrstu fýra árini, men í 1954 eydnaðist Vestmanna Talvfelag at bróta sigursrøðina hjá havnarmonnum. Manningin hjá vestmenningum hetta árið var henda: 1. Niels Durhuus 2. Jógvan Petersen 3. Olaf Durhuus 4. Samson Højgaard 5. Magnus Pedersen 6. Jákup Follend.
Felagið, sum vann, skuldi skipa fyri kappingini árið eftir, og tí varð í 1955 á fyrsta sinni telvað í Vestmanna. Vestmenningar endurtóku sigurin. Manningin var henda: 1. Niels Durhuus 2. Hans Petersen 3. Olaf Durhuus 4. Samson Højgaard 5. Andreas Andreasen 6. Jákup Dahl-Olsen.
Kappingin harðnar nú ár undan ári, men so við og við gerst alt greiðari, at vestmenningar eru teir stinnastu í landinum. Longstu sigursrøðina hava teir árini frá 1960 til 64. Einans átta telvarar umboðaðu felagið hesi gyltu fimm árini: Hans Petersen, Niels Durhuus, Olaf Durhuus, Samson Højgaard, Andreas Andreasen, Magnus Pedersen, Jógvan Durhuus og Petur Højgaard.
Eina livandi lýsing av hesum árligu Woodkappingunum fæst í einari hugleiðing, sum Óli Breckmann skrivaði í eitt av bløðunum, sum komu út undir FM-einstaklingakappingini í Havn í 1998. Greinin er grundað á endurminningar úr Vestmanna fyrrapartin í sekstiárunum, og útgangsstøðið er árið 1962.
Striltið gekst at manna lið í Havn. Talan var lutvíst um tilkomnar familjumenn, sum illa fingust heimanífrá frægastu høgtíðina til frið og veður á árinum. So, tá tað umsíðir eydnaðist at skava seks luttakarar saman, mest ungir og gamlir dreingir, sýntist liðið hjá havnarmonnum at vera samansett av handahógvi.
Ferðin gekk um Kollafjørð. Ein tími at sigla við mjólkarbátinum norður um Hólma við síðu. Sjóvarbrúgv var tá ein hugtakandi bryggja, har deyðir kálvar, mjólkarbiði og stásilig amerikonsk dollargrin hjá sjauførunum í Norðstreymi trokaðust hvørt um annað. Harnæst ein tími at koyra, áðrenn tú vart frammi í Vestmanna. Við andstreymi, eysturætt, umskipan, stúving, bíðing, av- og ákoyring tók Vestmannaferðin dastið av einum hálvum degi.
"Pressarnir vinna"
Olaf á Posthúsinum var ein av teimum mongu "pressarunum", sum Vestmanna átti, bæði telvari og ofta eigari av tí flottasta dollargrininum í bygdini. Pedro koyrdi skjótt, so tað vóru mest yngri menn, sum tordu uppí hjá honum. Vegirnir vóru sum mánalandslag en miniature at koyra á, so bilarnir hjá Pedro mundu vera sterkt bygdir. Jógvan í Leynum var hin hóvligasti, og tí meira umbiðin av tilkomnum konum við børnum.
Tað var tó ein vissur "steilur" yvir havnarmonnum, sum stigu úr rutubilunum uttan fyri Hotel Vestmanna henda skírisdag, ílætnir tunnan frakka við trimum knøppum, kassaklædning við smølum reversi og slipsi, raketbuksur, sum akkurát kláraðu niður á og næstan strammaðu um øklarnar. Hvíta nylonskjúrtu og spískar skógvar við pappírstunnum botni. Mest óhóskandi klæði til føroyska veðurlagið, sum nakað ættarlið hevur gingið í.
Men framburður var í landinum. Hetta vóru Kennedy-árini. Álitið á framtíðina mátti endurspeglast í altjóða klædnamóta. Vælferð og trivnaður. Nýbygdir línubátar og nakrir trolarar í hvørjum bæi og útflutningsvirðið á veg upp eftir tey trongu 50-árini. Tað váraði. Páskir og frítíð. Tveir heilir dagar fyri framman við tí beru telving, tá menn fingu ovmikið av adrenalini til at nøkta ta turvelvdu talvomaniina.
Vestmenningar sóu meiri bragdligir, ja ikki sørt sigursølir út. Teir vóru á heimavølli, og minst helmingurin æt Durhuus til eftirnavn, stórir og sterkir, onkur enntá eksplosivur, segðist, undir fryntligu skræðuni, afturímóti fjáltraðu og klæntrasligu havnarmonnunum við teim smáu telvarahondunum.
Hotelverturin æt eisini Durhuus, kelinevndur Skipper. Av hugnaligastu monnum í vesti. Syrgdi fyri, at te og kaffi við wienerbreyði ikki treyt ? heldur ikki til teir forvitnu vestmenningarnar, sum tá fríggjadagurin fall í longra lagi, leitaðu sær inn á hotellið at hyggja at nøkrum av teim mest djúptonknu, her samanbitnu talvsnillingunum, ið Føroyar tá kundu mynstra. Fyri Vestmanna var hetta eitt frískt várlot inn í tær talvomanisku heilakyknurnar uttaneftir.
Men pressarnir í Vestmanna vunnu. Sum barn á vitjan hevði eg altíð fingið at vita, at tað skuldu minst fimm havnarmenn til at taka ein vestmenning.
Talvkapping um Wood-borðið bleiv nærum fastur páskatáttur hjá mær sum unglingi í 60-árunum. Mangt kundi verið at trivið í. Sum tá vestmenningar vunnu á Havnini við _ stigi í 1963, av tí at ein gøtumaður í síðsta umfarinum óvæntað tók av einum tilboð um remis frá Olafi á Posthúsinum, keturoykjandi og altíð smílandi grand-old-man hjá vestmenningum. Kanska var her talan um, at útjaðarin fyri eina ferð skuld fann saman móti Havnini?
Meðan føroyskir topptelvarar av bygd og úr bý í dag sleppa at royna seg í altjóða talv-OL kring knøttin, upplivdi tú tindin í føroyskum talvkynstri í kappingini millum bert tvey lið í øllum landinum inni á Hotel Vestmanna. Har var so hátíðarliga stilt inni. Ein páskafriður. Roykurin úr sigarettini hjá Olafi, Henry, Samson, úr ballinum hjá Hansi, og úr pípuni hjá Sofusi hekk tjúkkur undir loftinum. Skipper hevði hásesong til liggjandi gestir, so hann bjóðaði kaffi av lívsins kreftum hesar hugnaligu skíris- og longu fríggjadagar, sum ikki blivu so langir av tí sama, og sum í dag eru hugnalig ungdómsminni hjá einum ikki-telvara um tey hálvthundrað. So fer tíðin. So broytist alt. Eisini vit. Men góð páskaminni frá Vestmanna fyrru helvt av 60-árunum eru millum tey kærastu.
(Óli Breckmann?"í framlopi" 1998)
Fyrsti føroyameistarin
Eitt nýtt skeið tekur seg upp í føroyskari telving í sjeytiárunum. Talvsamband Føroya verður stovnað í 1970, føroyingar fara við egnum landsliði í olympiskar kappingar uttanlands, sjøtil verður settur á nýggja landskapping fyri lið, og farið verður aftur at telva um føroyameistaraheitið í einstaklingstalvi. Vestmanna Talvfelag stendur seg framvegis væl, men serstøðan, sum Vestmanna Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava havt, tekur sum frálíður at fána. Nýggj feløg og yngri telvarar taka seg munandi fram, og áðrenn langt umlíður eru fleiri um boðið at vera í fremstu røð, bæði í liðkapping og einstaklingstelving.
Fyrsti føroyameistarin í einstaklingstelving í nýggjari tíð er kortini úr Vestmanna Talvfelag. Hans Petersen, sum bæði í fimmti- og sekstiárunum var ein av fremstu telvarum í Vestmanna, vinnur uppiborið fyrstu FM-einstaklingakappingina í 1972. Hans Petersen er eisini fastur fúsur á føroysku landsliðunum hesi árini og tvær ferðir ? í 1970 og 1972 ? røkir hann fyrsta borð á føroyska OL-landsliðnum.
Í heimligu landskappingini tekur so smátt dragna hjá vestmenningum í kappingini við havnarmenn, men í 1975 eydnast teimum aftur at vinna í Woodkappingini, og árið eftir vinna teir á fyrsta sinni A-deildina í landskappingini.
Í 1978 verður aftur ein vestmenningur føroyameistari í einstaklingstelving. Hetta er tann 21 ára gamli John Jacobsen, sum er nýggja stjørnuskotið hjá Vestmanna Talvfelag. Hann situr á fyrsta borði á føroyska landsliðnum í talvolympiaduni í Buenos Aires seinni sama árið.
Í 1985 brýtur Vestmanna Talvfelag níggju ára longu sigursrøð Havnar Telvingarfelags í 1.deild og ognar sær næsta meistaraheitið í landskappingini. Men úrslitini eru kortini misjøvn hetta tíðarskeiðið; árið eftir eru teir aftastir og flyta niður í 2.deild. Teir vinna seg uppaftur, og við John Rødgård á odda ? sum nú tey seinnu árini hevur telvað við vestmenningum - vissa teir sær í 1992 sítt triðja FM-heiti í landskappingini fyri lið.
Framburður
Tað man ikki vera at taka seg aftur, at gongið hevur verið tungt hjá Vestmanna Talvfelag tey nógvu seinnu árini at knógva undir teimum ovurhonds stoltu og ríku tradisjónunum hjá felagnum. Eitt er, at lærdómur er lættur at bera, men at endurvinna meistaraheiti ár undan ári er møtimikil setningur at røkja.
Tekin eru kortini til, at gróður aftur er komin í telvingina í Vestmanna. Nýggj felagshøli eru útvegað, og regluligari innanfelagsvirksemi tykist at vera íkomið. Hartil vóru úrslitini hjá felagnum í landskappingini í vetur góð. Og nú á páskum skipar Vestmanna Talvfelag á øðrum sinni fyri FM-einstaklingskappingini. Tiltakið er eitt hitt størsta av sínum slagi í føroyskari FM-talvsøgu.
Talvið er komið aftur til heiður og æru í Vestmanna! Gerið eitt legg innar í skúlan at skoða landsins bestu telvarar í hørðum víggi ? um ikki annað fyri at vita, um rákið av ríka talvumhvørvinum á Heygum og har um vegir framvegis kennist í lotinum so nógv ár eftir, at Vestmanna var brennidepilin fyri telving her á landi.