Tað verður Rúni Gaardbo, ið skal døma steypafinaluna í fótbólti, sum bestu mansliðini í Føroyum skulu spæla leygarkvøldið.
Hesum boðar fótbóltssambandið frá. Rúni Gaardbo hevur dømt í vaksnamannadeildini síðani 2000, og hesi trettan árini hevur toftamaðurin virkað sum dómari í 275 dystum og hjálpardómari í 137 dystum.
Rúni Gaardbo hevur tó ongantíð áður dømt eina steypafinalu.
Hjálpardómarar hjá honum leygardagin verða Johnleif Gerðisá og Dan Højgaard, meðan Alex Troleis verður 4. dómari.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 24. august, kl. 19:45, og eru tað somu lið sum í fjør, ið bresta saman, nevniliga Víkingur og EB/Streymur.