Í gjár var árliga Kalsoyarrenningin á skránni.
Okkurt um 100 fólk luttóku í renningini, sum ikki er ein rennikapping, men heldur ein felags renni- ella gongutúrur.
Fólk ymsastaðni úr Føroyum luttóku í tiltakinum, sum rennifelagið Treysti skipaði fyri sjeynda árið á rað.
Teinurin, har runnið ella gingið verður, er frá Syðradali til Trøllanes, og umframt at renna og ganga teinin vóru tað eisini nøkur, ið súkklaðu teir 16,5 kilometrarnar, sum túrurin er til longdar.
Hóast vindur og ælingur hevur verið um vikuskiftið, var veðrið hampiliga gott, meðan Kallsoyarrenningin var á skránni.
Á myndini síggjast rennarar úr felagnum Bragið, sum vóru millum tey mongu, ið luttóku í Kallsoyarrenningini í gjár.