Rúsan í havn undir einum taki

Tá ið eg sat sum landsstýrismaður varandi av Rúsdrekkasølu landsins, helt eg at tað vóru góðir møguleikar fyri at betra um raksturin og tænastustøði hjá Rúsdrekkasøluni.

 

Sjálvur havi eg altíð havt ta sannføring, at vit saktans høvdu kunnað selt øl og vín úti í valigum handlum. Men ásannandi at tað ikki er meiriluti fyri tí í løgtinginum, so helt eg at best var at stremba eftir at gera umstøðurnar hjá Rúsdrekkasøluni so góðar sum til ber - bæði fyri starvsfólk og viðskiftafólk.

 

Ein broyting sum varð gjørd, var at broyta upplatingartíðirnar, soleiðis at Rúsan í Miðlon lat aftur kl. 16 leygardagar, heldur enn kl. 14. Tað varð sera væl móttikið.

 

Arbeitt varð eisini við at broyta karmarnar hjá Rúsuni í havn, og nú kann stjórin hjá Rúsdrekkasøluni endiliga lyfta slørið fyri tað sum vit hava arbeitt við í longri tíð.

 

Alt virksemi hjá Rúsuni í havn verður lagt undir einum taki hinumegin vegin, saman við Posta og Formula.

 

Loysnin í Miðlon var altíð ætlað sum ein fyribils loysn. Hóast hetta, so hevur tað riggað væl øll hesi árini. Men nú er tørvur á meira tíðarhóskandi umstøðum.

 

Rúsan hevur heili 3 leigumál í havn. Skrivstovan á Skálatrøð, goymslan á hjalla og handilin á Óðinshædd. Hetta er bæði dýrt og roksut. Nú verður alt savnað saman undir einum taki í bygninginum hjá Posta, sum hevur tøkar fermetrar vegna broyttan tørv.

 

Við hesum fær Rúsdrekkasølan ein munandi betri rakstur, ein flottan handil við nógv fleiri møguleikum, betri umstøður fyri starvsfólkini og eitt munandi betri tænastustøði til bæði privat- og vinnukundar.

 

Eg eri sera glaður fyri at alt gekk upp, soleiðis at hesar ætlaninar kundu gerast veruleiki.

 

Næsta stig má vera at betra um umstøðurnar hjá sølubúðunum kring landi. Handilin í Klaksvík skal hava eitt nýtt høli, og aðrastaðni mugu eisini ábøtur gerast fyri at betra um m.a. goymslu og úrval.

 

Og eitt annað: fólkatalið í Tórshavnar kommunu er vaksið ómetaliga nógv seinastu árini. Eitt náttúrligt næsta stig hevði verið at gjørt eina sølubúð afturat í kommununi - annaðhvørt í Hoyvík ella í Vesturbýnum.

 

Bjarni Kárason Petersen

Løgtingsmaður