Russiska ákæruvaldið sigur seg vita, hvør tað var, sum myrdi blaðkvinnuna Onnu Politkovskaja uttan fyri íbúð hennara í Moskva á heysti í 2006, og nú hevur ákæruvaldið biðið Interpol taka mannin.
- Vit vita, hvør framdi illgerðina, og altjóða løgreglan hevur givið boð um, at hann skal takast, segði ákærin Juri Tjajka við almenna russiska sjónvarpið í gjár.
Ákæruvaldið í Moskva hevur skuldsett fýra menn fyri at hava hjálpt drápsmanninum. Ein av teimum skuldsettu er fyrrverandi agentur hjá fregnartænastuni, og ein annar hevur fyrr arbeityt hjá russisku kriminalløgregluni. Enn hevur ákæruvaldið ikki sagt, hvør framdi sjálvt morðið.
Anna Politkovskaja, sum arbeiddi hjá blaðnum Novaja Gazeta, var kend fyri sínar hvasorðaðu greinar um russisku krígsførsluna í Kekenia. Hon bleiv skotin tann 7. oktober í 2006.