Russar fordøma ES-tiltøk

Russland fordømdi í morgun tey seinastu revsitiltøkini, sum ES hevur gjørt av at seta í verk ímóti myndugleikunum í Sýrialandi, tí sambært russisku stjórnini hevur ES avbyrgt Sýrialand á sjógvi og í luftini.

Millum tiltøkini, sum ES hevur samtykt ímóti Sýrialandi, er ein heimild til at leita eftir vápnum umborð á skipum og flogførum, sum fara til Sýrialands.

Teir seinastu dagarnar hava røddir verið frammi um, at stýrið í Damaskus kann fara at brúka eiturvápn ímóti uppreistrarmonnunum, men russar siga seg vera sannførdar um, at Sýrialand fer ikki at brúka slík vápn. Russiska uttanríkisráðið sigur seg hava fingið vissu fyri, at tey sýrisku eiturvápnini eru á tryggum støðum og verða ikki brúkt.

Sýriska stjórnin hevur sagt, at hon fer ikki at brúka eiturvápnini uttan so, at útlendskir hermenn gera seg inn á landið.