Russar lupu á turkiskt skip í Svartahavinum

Útlendskir miðlar vita at siga, at skipið, sum varð álopið, hevur turkiskar eigarar, men er skrásett í Vanuatu

Fleiri skip eru álopin í Svartahavinum, og her er eitt russiskt tangaskip álopið av ukrainska herinum

Tveir av manningini á einum farmaskipi í Svartahavinum, sum var á veg til Turkalands í morgun, fingu løstir í einum russiskum dronuápi á skipið.

 

Tað upplýsr ukrainska marinan.

 

- Skipið varð álopið, eftir at tað var farið úr ukrainska havnarbýnum, Odessa, og álopið elvdi til, at eldur kom í skipið.

 

Ukrainska marinan sigur, at Russland framdi eitt málrættað álop móti turkiska skipinum.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at skipið, sum varð álopið, hevur turkiskar eigarar, men er skrásett í Vanuatu. 

 

Einki verður sagt um, hvat skipið var lastað við.

 

Fleiri skip eru álopin í Svartahavinum, og her er eitt russiskt tangaskip álopið av ukrainska herinum